Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 (sunnudag) (4–6 ár) Hvít 2 (mánadag) (4–6 ár) Ljósagul 1 (sunnudag) 5–7 ár Ljósagul 2 (mánadag) 5–7 ár Gul 1 (7 ár+) Gul 2 (7 ár+) Gul 3 (7 ár+) Gul 4 (8 ár+) Appilsingul (8 ár+) Grøn (8 ár+) Blá (8 ár+)
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið Fyrireiking
    SwimFit
  • Tilmelding
    • Vegleiðing
    • Hvít 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Hvít 2 (mánadag) – Tilmelding
    • Ljósagul 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Ljósagul 2 (mánadag) - Tilmelding
    • Gul 1,2,3 – Tilmelding
    • Gul 4 – Tilmelding
    • Appilsingul – tilmelding
    • Grøn – Tilmelding
    • Rørsla - tilmelding
    • Hvílandi limir
    • Syskinaavsláttur
  • Um HS
    • Fakta um HS
    • Nevndin
  • Árshjól
  • Venjingartíðir
  • Ymiskt
    • Met
    • Leinkjur
  • Hjálparfólk til kappingar
    • Gera svimjihøll klára

Isak setti tvey føroysk met til DM fyri lið

24. nov. 2026, kl. 23.18

Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag setti tvey føroysk met, tá ið hann um vikuskiftið kappaðist fyri Aalborg Svømmeklub til donsku liðmeistarakappingina. Hann vann bæði 200 m frí og 200 m blandað og var við til at tryggja Aalborg annaðplássið í samlaðu kappingini.


Tók 18 ára gamalt met í 200 m frí

Í 200 m frí vann Isak við tíðini 1:45,79. Hetta var bæði føroyskt met og felagsmet hjá Aalborg Svømmeklub.


Gamla føroyska metið átti Pál Joensen, sum svam teinin við tíðini 1:46,61 í 2008. Isak bøtti sostatt um 18 ára gamla metið við 0,82 sekundi.


Fyrsti føroyingur undir tveir minuttir

Isak vann eisini 200 m blandað við tíðini 1:59,21 og gjørdist harvið fyrsti føroyingur at svimja teinin undir tveir minuttir.


Hann átti sjálvur gamla føroyska metið á 2:01,23 frá november 2025. Bøtingin var sostatt 2,02 sekund.


A-kravtíð og úrslit í liðsvimjing

Í 50 m rygg svam Isak við tíðini 25,67, sum er undir A-kravtíðini til Oyggjaleikirnar 2027. Í 400 m frí gjørdist hann nummar trý við tíðini 3:50,67.


Isak luttók eisini í trimum liðsvimjingum fyri Aalborg. Liðið gjørdist nummar tvey í 4 × 200 m frí við tíðini 7:14.99 og nummar fýra í bæði 4 × 100 m frí við tíðini 3:21,35 og 4 × 100 m blandað við tíðini 3:37,88.


Til DM fyri lið telja úrslitini hjá svimjarunum við í samlaðu kappingini millum feløgini. Aalborg Svømmeklub endaði á øðrum plássi og vann silvur.


Næsta stóra uppgávan hjá Isak er HM í Beijing, har hann skal umboða Føroyar. Síðani er DM á stuttgeil á skránni.


Havnar Svimjifelag ynskir Isak hjartaliga tillukku við metunum og úrslitunum og góða eydnu við komandi kappingum!

The latest news All
2. og 3. lið til Kalundborg Swim Cup
Fríggjadagin 27. november fara svimjarar á 2. og 3. liði hjá Havnar Svimjifelag til Danmarkar at luttaka í Kalundborg Swim Cup. Stevnan verður leygardagin og sunnudagin 28.–29. november í Kalundborg Svømmehal, har Kalundborg Svø...
Níggju HS-svimjarar í bruttohópinum til Oyggjaleikirnar
Níggju svimjarar úr Havnar Svimjifelag eru við í bruttohópinum til føroyska svimjilandsliðið, sum varð úttikin eftir FM á stuttgeil um vikuskiftið. Úttøkan er partur av fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar 2027. Hópurin telur 26 svim...
HS vann bæði FM og JM á stuttgeil
Havnar Svimjifelag vann bæði føroyameistarakappingina og juniormeistarakappingina á stuttgeil, sum varð hildin í Gundadali 20.–22. november 2026. Svimjararnir hjá HS vunnu tilsamans 97 heiðursmerki og settu fleiri føroysk met. Úr...

Havnar Svimjifelag

Postboks 1205, FO-110 Tórshavn

[email protected]

Other pages from SportMember
  • Info about Havnar Svimjifelag