Gera svimjihøll klára

Tá ið vit hava svimjikapping, skulu vit gera høllina klára kvøldið fyri. Vanliga eru vit umleið 10 fólk, og tá ið øll taka fatt, gongur arbeiðið skjótt.

Her er ein listi yvir tað, sum skal gerast:

Málplátur

  • Trillið málpláturnar inn í svimjihøllina.
  • Setið málpláturnar niður í hylin. (Verið 2 saman um hvørja plátu)
  • Málplátur skulu vera í báðum endum á hylinum.

Sambindið málplátur og skamlar

  • Reyðu eindirnar, sum eru merktar frá 0–10 – hesar liggja í kassum – skulu sambindast við málplátu og skammil.
  • Tá ið eindin er sambundin, skal hon leggjast í tað lítla plastikkhylkið, og koyrast í lítla rúmi aftanfyri hvønn skammil.

Telduútgerð í glasbúrið

Berið telduútgerðina inn í glasbúrið:

  • Kuffert við teldum
  • Kassa við printara
  • Viftu
  • 4 stólar
  • Tey í teldubólkinum sambinda teldurnar og útgerð í glasbúrinum

Leidningar

  • Berið kassarnar við leidningum inn í svimjihøllina.

Hátalarar

  • Trilla vognin við hátalarum inn
  • Set hátalarar á stativ sum eisini eru í vogninum
  • Set eina hátalaran upp við glasbúrið
  • Set hin hátalaran upp beint við tí gongini har goymslan er. Har vognurin bleiv trillaður út.
  • Setið teir upp og sambindið teir.

Starthátalarar

  • Berið starthátalararnar inn.
  • Setið teir upp í økinum aftanfyri skamlarnar í endanum ímóti Gundadali, og sambindið teir.

Startari

  • Berið startaran inn.
  • Setið hann upp beint undir stóra skíggjanum.

Stólar til vendidómarar

  • Berið stólar inn til allar skamlarnar.
  • Ein stólur skal vera til hvønn vendidómara.

Minst til

Í svimjihøllini skulu vit annaðhvørt ganga berføtt ella brúka bláar skógvaposar uttan á skónum - hesir liggja vanliga í glasbúrinum. Annars kunnu tit spyrja starvsfólk í svimjihøllini. Hetta er fyri at halda gólvið reint, meðan vit gera klárt til kappingina.