Fríggjadagin 27. november fara svimjarar á 2. og 3. liði hjá Havnar Svimjifelag til Danmarkar at luttaka í Kalundborg Swim Cup.
Stevnan verður leygardagin og sunnudagin 28.–29. november í Kalundborg Svømmehal, har Kalundborg Svømmeklub skipar fyri.
Túrurin gevur okkara ungu svimjarum høvi at royna seg í nýggjum umhvørvi og kappast móti útlendskum svimjarum. Hetta eru royndir, sum kunnu menna tey sum kappingarsvimjarar og geva íblástur til venjingina heima.
Eisini uttan fyri hylin hevur túrurin týdning. Svimjararnir fáa tíð saman, læra hvønn annan betur at kenna og fáa felags upplivingar, sum styrkja samanhaldið á liðunum og millum liðini.
Vit ynskja svimjarum, venjarum, ferðaleiðarum og ferðalagnum yvirhøvur ein góðan túr og góða eydnu í Kalundborg!
Sí skrá, og fylg við í úrslitunum her: https://live.swimify.com/compe...