SwimFit er eitt tilboð til tín, sum hevur svomið á kappingarliði áður. Her kanst tú halda fram við svimjingini, halda teg í góðum formi og vera partur av felagsskapinum – uttan at venja 20 tímar um vikuna.
Á SwimFit svimja vit tvær ferðir um vikuna í Gundadali, og harumframt er møguleiki fyri styrkivenjing í Burn tvær ferðir um vikuna.
SwimFit hevur 16 ára aldursmark.
Sum partur av SwimFit fáa svimjararnir møguleika at venja í Burn fyri hálvan prís.
Tit fáa eina venjingarætlan, sum tit kunnu fylgja, og venja sjálvi í Burn.
Burn-haldið verður goldið beinleiðis til Burn, men skal bíleggjast hjá Havnar Svimjifelag.
SwimFit er ikki eitt vanligt kappingarlið, men um tú hevur hug, kanst tú framvegis luttaka í svimjikappingum í Føroyum.
Tað er sostatt upp til tín sjálvan, um tú bara ynskir at venja – ella eisini hevur hug at kappast av og á.
SwimFit er ein royndarverkætlan, sum í fyrsta umfari verður roynd í eitt hálvt ár. Eftir hetta fara vit at eftirmeta tilboðið og kanna, um áhugi og grundarlag er fyri at halda fram við SwimFit.
Vit vóna, at SwimFit kann gerast eitt gott tilboð til ung, sum ynskja at halda fram við svimjingini og felagsskapinum – men á einum øðrvísi støði enn á kappingarliðunum.