Gul 4

Um liðið

GUL 4: Eitt sindur vand, fødd: 2018 og eldri


Kostnaður kr. 1.700 um árið


Lið fyri børn, sum eru frá og við 7 ár, sum hava svomið við liðum í Gundadali, ella hava svomið við hvítum/gulum liði í fjør, og/ella byrjarar, sum klára seg í vatni, og hava lært eitt sindur av teknikki. Hyljarnir eru djýpri enn lítli hylur í Gundadali, og hesi tora at koyra høvdið undir og klára at flóta. Tey læra grundleggjandi teknikkir, m.a. anding og grovtekniskt at svimja crawl og rygg. Eisini her er tað umráðandi at hava tað stuttligt fyri at varveita áhugan.


Vant verður 1x55 min. um vikuna í svimjihøllini í Gundadali

Venjarar

Dávur Eyðunsson Sørensen
Signa Vár Dávadóttir