Blá (8 ár+)

Um liðið

Roynd, sum duga allar greinar - hava helst svomið í 3 ár, minst

Úttøka er til Blá, og tí ber ikki til hjá øðrum at tekna seg til her. Tey bláu hava svomið eini 3 ár, kanska meira, við svimjiskúlanum, og á grønum ella appilsingulum liði. Tey klára at svimja fleiri longdir crawl og rygg, umframt duga bringu og at kava. Tey bláu luttaka í svimjikappingum eftir førleika í 16m hylum í Leirvík, Fuglafirði og á Toftum (her er tó aldursmark uppeftir), evt. eisini til kappingar í 25m hylunum í Havn og í Klaksvík, og vit vilja hervið heita á foreldur um at stuðla undir hesum, og fáa tey at luttaka. Um tey ikki vilja ella tora, so er eitt gott hugskot í fyrsta umfari at fara við teimum at hyggja, meðan liðfelagarnir eru til kapping. Tað er ikki eitt krav at luttaka í kappingum, men tað er ein fyrimunur at royna tað, so svimjarin verður klárur, tá hann kemur á kappingarlið. 


Vant verður 1x45 min. um vikuna í simjihøllini í Gundadali og 1x40 min. um vikuna í Eysturskúlanum.


Kostnaður kr. 2.050 um árið

Venjingartíðir

September
Mon
07
Venjing (Svimjihøllin í Gundadali)
16:30 - 17:15
Í vippuhylinum í svimjihøllini í Gundadali
Thu
10
Venjing (Eysturskúlin)
18:00 - 18:45
Eysturskúlin
Mon
14
Venjing (Svimjihøllin í Gundadali)
16:30 - 17:15
Í vippuhylinum í svimjihøllini í Gundadali
Thu
17
Venjing (Eysturskúlin)
18:00 - 18:45
Eysturskúlin

Venjarar

Jóhanna Katrina Jacobsen