Havnar Svimjifelag vann bæði føroyameistarakappingina og juniormeistarakappingina á stuttgeil, sum varð hildin í Gundadali 20.–22. november 2026. Svimjararnir hjá HS vunnu tilsamans 97 heiðursmerki og settu fleiri føroysk met.
Úrtøkan var 45 gull-, 25 silvur- og 27 bronsuheiðursmerki. Av gullheiðursmerkjunum vóru 26 vunnin í JM og 19 í FM.
Bartal Erlingsson Eidesgaard setti trý føroysk einstaklingamet um vikuskiftið.
Leygarkvøldið vann hann 50 m frí við tíðini 22,42 og bøtti harvið um sítt egna føroyska met, sum var 22,55. Seinni sama kvøld svam hann fyrsta teinin í 4 × 50 m frí hjá HS og kom á mál við tíðini 22,35. Harvið varð metið bøtt enn eina ferð.
Sunnudagin setti Bartal eisini føroyskt met í 50 m bringu við tíðini 27,68. Gamla metið hjá honum var 27,83.
Mansliðið hjá HS setti føroysk met í bæði 4 × 50 m frí og 4 × 100 m blandað. Bartal Erlingsson Eidesgaard, Theodor Salter, Óli Mikkelsen og Silas Dam Lindberg mannaðu liðið í báðum kappingunum.
Í 4 × 50 m frí svumu teir við tíðini 1:33,81. Gamla metið, sum HS setti í november 2024, var 1:34,25.
Í 4 × 100 m blandað sunnukvøldið svam Óli rygg, Bartal bringu, Theodor firvald og Silas frí. Saman bøttu teir um gamla føroyska metið á 3:54,60 við góðum fimm sekundum.
Óli legði út við tíðini 56,27 í 100 m rygg, sum eisini var undir A-kravtíðini til Oyggjaleikirnar 2027.
Eisini millum yngru svimjararnar vóru fleiri met sett. Fríggjadagin varð eitt føroyskt aldursbólkamet í 50 m firvald frá 2009 sligið.
Leygardagin varð aldursbólkametið hjá 15 ára gomlum dreingjum í 100 m firvald bøtt tvær ferðir. Harumframt varð nýtt aldursbólkamet sett hjá 13 ára gomlum dreingjum í 50 m frí.
Fleiri HS-svimjarar svumu eisini undir kravtíðirnar til Oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum komandi summar.
Óli Mortensen, Vár Eidesgaard, Áki Eliassen, Ari Rasmussen Weihe, Oddvaldur Leivsson, Jóhannis í Stórustovu og Teitur Miné Róason vóru aftur at síggja í kapping fyri HS. Fleiri teirra eru komin aftur til kappingarsvimjing eftir ein steðg, millum annað gjøgnum SwimFit-tilboðið hjá felagnum.
Havnar Svimjifelag ynskir svimjarum og venjarum tillukku við úrslitunum og takkar foreldrum, hjálparfólkum og stuðlum fyri arbeiðið og stuðulin um vikuskiftið.
Sí øll úrslitini frá FM/JM á Swimify