18. nov. 2026, kl. 08.25

Frá fríggjamorgni 20. november til sunnukvøldið 22. november verður kappast um føroya- og juniormeistaraheitini í 25 metra hylinum í Gundadali. Svimjisamband Føroya skipar fyri stevnuni, og 29 svimjarar úr Havnar Svimjifelag luttaka.
Stevnan er býtt í seks stevnupartar. Hvønn morgun svimja juniorarnir um juniormeistaraheitini, samstundis sum innleiðandi riðlarnir til FM verða svomnir.
Hvør kann luttaka?
Í JM kunnu allir svimjarar við føroyskum svimjitjóðskapi luttaka, sum fylla millum 15 og 18 ár í kalendaraárinum.
Í FM kunnu allir svimjarar við føroyskum svimjitjóðskapi luttaka, sum frá og við seinasta FM á stuttgeil hava klára kravtíðina í viðkomandi grein.
Nær byrja stevnupartarnir?
Fríggjadagin 20. november
- Kl. 09.30 – JM og innleiðandi riðlar til FM
- Kl. 17.00 – FM-finalur
Leygardagin 21. november
- Kl. 09.30 – JM og innleiðandi riðlar til FM
- Kl. 17.00 – FM-finalur
Sunnudagin 22. november
- Kl. 09.30 – JM og innleiðandi riðlar til FM
- Kl. 16.00 – FM-finalur
Hesi umboða Havnar Svimjifelag
Kvinnur
- Elisabet Leivsdóttir
- Elisabeth Erlendsdóttir
- Halla Háfoss
- India Linnea Bech
- Katrina Mc Intosh
- Lilja Lenvig Harrysdóttir
- Mariella Annbrittardóttir Henriksen
- Noomi Hella Jacobsen
- Thorborg Joensen
Menn
- Aleks Uadhaw Thomsen
- Andrass Thomsen
- Andrias Mellemgaard
- Ari Rasmussen Weihe
- Áki Eliassen
- Bartal Erlingsson Eidesgaard
- Bragi Bjarnason
- Fróði Bárðarson Dahl
- Jóhannis í Stórustovu
- Jónatan Samuelsen
- Nóa Róason Stakksund
- Oddvaldur Leivsson
- Ólavur Winther Jákupsson
- Óli Mikkelsen
- Óli Mortensen
- Silas Dam Lindberg
- Símun Eliassen
- Teitur Miné Róason
- Theodor Salter
- Tien Rasmussen
Kom niðan í Gundadal og stuðla okkara svimjarum!
Vit gleða okkum til eitt spennandi svimjivikuskifti og ynskja øllum góða eydnu.
Sí alla kappingarskránna og fylg við úrslitunum her