
Fýra svimjarar úr Havnar Svimjifelag skulu umboða Føroyar, tá ið norðurlandameistarakappingin í svimjing verður í Vilnius frá 4. til 6. desember.
Bartal Erlingsson Eidesgaard, Silas Dam Lindberg, Theodor Salter og Andrias Mellemgaard fara at kappast í NM og NJM.
Vit í Havnar Svimjifelag ynskja Bartal, Silas, Theodor og Andrias hjartaliga tillukku við úttøkuni.
Góða eydnu, og vit gleða okkum at fylgja gongdini hjá tykkum í Litava!