
Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag er úttikin at umboða Føroyar til HM á stuttgeil. Kappingin verður í Beijing í døgunum 1. til 6. desember 2026.
Isak, sum dagliga venur við Aalborg Svømmeklub, hevur svomið sera væl í heyst. Til Ægir Open í Klaksvík svam hann 200 m frí við tíðini 1:46.62 og vann sær gullnál við stjørnu. Bert ein hundraðpartur av einum sekundi var á muni millum tíðina hjá Isaki og føroyska metið.
Í dag, 9. november, fyllir Isak 20 ár. Vit í Havnar Svimjifelag ynskja tær hjartaliga tillukku bæði við føðingardegnum og við úttøkuni til HM.
Góða eydnu í Kina! Vit gleða okkum at fylgja við her úr Føroyum!