Sunnudagin 8. november kl. 15.00–16.30 bjóðar Havnar Svimjifelag aftur foreldrum á ókeypis hjálparfólkaskeið í Gundadali.
Til svimjikappingar hava vit brúk fyri foreldrum, sum taka eina hond í. Á skeiðnum fært tú innlit í uppgávurnar sum hjálpardómari, so tú ert væl fyrireikað/ur at hjálpa til í komandi kappingum. Tað er ikki neyðugt at hava royndir frammanundan.
Okkara útbúni yvirdómari, Maria C. Nielsdóttir, stendur fyri skeiðnum, sum varir hálvan annan tíma.
Pláss er fyri 12 luttakarum, og tilmelding fer fram á Holdsport.
Nær: Sunnudagin 8. november kl. 15.00 – 16.30
Hvar: HS rúmið í Svimjihøllini í Gundadali.
Kostnaður: Ókeypis
Les meira og melda teg til skeiðið her.
Vit gleða okkum at síggja tykkum og takka fyri, at tit eru við til at tryggja góðar svimjikappingar fyri okkara svimjarar!