Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 (sunnudag) (4–6 ár) Hvít 2 (mánadag) (4–6 ár) Ljósagul 1 (sunnudag) 5–7 ár Ljósagul 2 (mánadag) 5–7 ár Gul 1 (7 ár+) Gul 2 (7 ár+) Gul 3 (7 ár+) Gul 4 (8 ár+) Appilsingul (8 ár+) Grøn (8 ár+) Blá (8 ár+)
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið Fyrireiking
    SwimFit
  • Tilmelding
    • Vegleiðing
    • Hvít 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Hvít 2 (mánadag) – Tilmelding
    • Ljósagul 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Ljósagul 2 (mánadag) - Tilmelding
    • Gul 1,2,3 – Tilmelding
    • Gul 4 – Tilmelding
    • Appilsingul – tilmelding
    • Grøn – Tilmelding
    • Rørsla - tilmelding
    • Hvílandi limir
    • Syskinaavsláttur
  • Um HS
    • Fakta um HS
    • Nevndin
  • Árshjól
  • Venjingartíðir
  • Ymiskt
    • Met
    • Leinkjur
  • Hjálparfólk til kappingar
    • Gera svimjihøll klára

Kravtíðir, nálir og góð úrslit til Ægir Open

2. nov. 2026, kl. 16.36


HS-svimjararnir høvdu nógv at fegnast um til Ægir Open í Klaksvík um vikuskiftið. Fleiri svumu undir kravtíðirnar til Betri Oyggjaleikir 2027, Isak Brisenfeldt svam seg til gullnál við stjørnu, og Tien Rasmussen og Thorborg Joensen fingu handað talentnálir.


Svimjarar av 1. liði, 2. liði, 3. liði, 4. liði, Fyrireiking og SwimFit umboðaðu Havnar Svimjifelag í kappingini, sum var býtt í fýra stevnupartar frá fríggjakvøld til sunnudag.


Gullnál við stjørnu til Isak

Isak Brisenfeldt, sum dagliga venur við Aalborg Svømmeklub, hevði eina sera góða kapping. Í 200 m frí svam hann við tíðini 1:46.62, sum var eitt stórt persónligt met og bert ein hundraðpart frá føroyska metinum á 1:46.61.


Við tíðini svam Isak seg til tignarligastu svimjinálina, gullnál við stjørnu, og samstundis undir A-kravtíðina til Betri Oyggjaleikir 2027.


Vit ynskja Isaki hjartaliga tillukku við gullnálini við stjørnu og flotta avrikinum!


Talentnálir til Tien og Thorborg
Til Ægir Open fingu átta ungir svimjarar handað talentnálir. Millum teirra vóru Tien Rasmussen og Thorborg Joensen úr HS, sum bæði hava klárað kravið til talentnál í 50 m frí.

Vit ynskja Tien og Thorborg hjartaliga tillukku við talentnálunum!


Bartal og Isak undir fýra A-kravtíðir hvør


Bartal Erlingsson Eidesgaard svam undir A-kravtíðina til Betri Oyggjaleikir 2027 í fýra greinum:

  • 50 m bringu: 28.03
  • 100 m bringu: 1:01.95
  • 50 m frí: 22.69
  • 100 m frí: 49.33


Isak Brisenfeldt svam somuleiðis undir fýra A-kravtíðir:

  • 200 m frí: 1:46.62
  • 400 m frí: 3:49.97
  • 100 m firvald: 54.77
  • 100 m blandað: 55.99


Fleiri B-kravtíðir í hús

Fimm HS-svimjarar svumu harumframt undir B-kravtíðir til kappingina:

  • Elisabeth Erlendsdóttir: 100 m rygg við tíðini 1:04.80 og 50 m rygg við tíðini 29.67.
  • Silas Dam Lindberg: 100 m blandað við tíðini 1:00.36.
  • Óli Mikkelsen: 100 m rygg við tíðini 57.20, 50 m rygg við tíðini 26.22 og 50 m firvald við tíðini 25.63.
  • Ólavur Winther Jákupsson: 1500 m frí við tíðini 16:43.37.
  • Isak Brisenfeldt: 50 m rygg við tíðini 25.97.


Hetta eru kravtíðir, sum komu í hús til Ægir Open. Fleiri av svimjarunum hava eisini klárað kravtíðir til aðrar kappingar.

Góð framgongd hjá okkara ungu svimjarum

Eisini millum yngru svimjararnar vóru nógv góð úrslit. Bjarti Karbech í Hjøllum svam 800 m frí við tíðini 12:28.21, sum var 1 minutt og 13.40 sekund skjótari enn tilmeldingartíðin. Í somu grein svam Óðin Renésson 12:27.77 og bøtti um tilmeldingartíðina við 1 minutti og 3.06 sekundum.


Bragi Bjarnason bøtti um tilmeldingartíðina í 1500 m frí við 40.10 sekundum og svam 20:47.59. Brandur Højgaard Weihe svam 100 m bringu við tíðini 2:03.90, ein framgongd upp á 22.48 sekund, og Katrina Mc Intosh svam 200 m bringu við tíðini 3:27.25, sum var 20.02 sekund skjótari enn tilmeldingartíðin.


Hetta eru nøkur dømi um góðu framgongdirnar um vikuskiftið. Vit fegnast um avrikið hjá øllum okkara svimjarum og royndirnar, sum tey taka við sær víðari.


Havnar Svimjifelag takkar Ægir fyri eina góða og væl fyriskipaða kapping og foreldrum, venjarum og hjálparfólkum fyri hjálpina og stuðulin.


Hjartaliga tillukku við úrslitunum, øll somul!


Sí øll úrslitini frá Ægir Open á Swimify.

The latest news All
2. og 3. lið til Kalundborg Swim Cup
Fríggjadagin 27. november fara svimjarar á 2. og 3. liði hjá Havnar Svimjifelag til Danmarkar at luttaka í Kalundborg Swim Cup. Stevnan verður leygardagin og sunnudagin 28.–29. november í Kalundborg Svømmehal, har Kalundborg Svø...
Níggju HS-svimjarar í bruttohópinum til Oyggjaleikirnar
Níggju svimjarar úr Havnar Svimjifelag eru við í bruttohópinum til føroyska svimjilandsliðið, sum varð úttikin eftir FM á stuttgeil um vikuskiftið. Úttøkan er partur av fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar 2027. Hópurin telur 26 svim...
HS vann bæði FM og JM á stuttgeil
Havnar Svimjifelag vann bæði føroyameistarakappingina og juniormeistarakappingina á stuttgeil, sum varð hildin í Gundadali 20.–22. november 2026. Svimjararnir hjá HS vunnu tilsamans 97 heiðursmerki og settu fleiri føroysk met. Úr...

Havnar Svimjifelag

Postboks 1205, FO-110 Tórshavn

[email protected]

Other pages from SportMember
  • Info about Havnar Svimjifelag