Fríggjadagin og leygardagin hava okkara ungu svimjarar á 2. og 3. liði tombola í SMS. Peningurin fer til túrin til Kalundborg Swim Cup 2026, sum liðini fara á 27.–30. november.
Nógvir góðir vinningar eru at vinna. Øll, sum keypa lutaseðlar, eru harumframt við í einum eyka drátti um aðrar góðar vinningar. Vinnararnir av eyka dráttinum verða funnir sunnudagin.
Túrurin til Kalundborg gevur svimjarunum høvi at fáa nýggjar avbjóðingar og royna seg móti svimjarum uttanlands. Samstundis fáa tey felags upplivingar, sum styrkja samanhaldið á liðunum.
Komið ein túr í SMS, keypið nakrar lutaseðlar og stuðlið okkara ungu svimjarum. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Svimjararnir og Havnar Svimjifelag takka hjartaliga fyri stuðulin!