Næsta vikuskifti, 30. oktober til 1. november, verður Ægir Open í Klaksvík. Svimjarar á 1. liði, 2. liði, 3. liði, 4. liði og Fyrireiking kunnu luttaka.
Tilmeldingin fer fram á Holdsport, og freistin er týsdagin 27. oktober. Minnist tí til at melda tykkum til í góðari tíð.
Í viðheftu innbjóðingini síggjast kappingarskráin, greinarnar, ið svomið verður í, og tíðirnar fyri upphiting og kapping allar tríggjar dagarnar.
Havnar Svimjifelag hevur leigað Snjallabjalla til gisting. Tey, ið ynskja at gista, skulu eisini melda seg til gisting á Holdsport.
Vit gleða okkum til eitt spennandi svimjivikuskifti!