Bartal Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir svumu seg til kravtíðir til oyggjaleikirnar, meðan Thorborg Joensen og Tien Rasmussen svumu seg til talentnál á HS Open um vikuskiftið.
Svimjihøllin í Gundadali var um vikuskiftið karmur um HS Open. Hóast hetta var fyrsta heimliga kappingin eftir summarsteðgin, vóru longu fleiri góð úrslit at fegnast um.
Bartal Eidesgaard fekk eina sera góða byrjan upp á kappingarárið. Fríggjakvøldið svam hann 50 m bringu við tíðini 28.55 og kláraði harvið A-kravtíðina til oyggjaleikirnar komandi summar. Leygarkvøldið endurtók hann bragdið í 50 m frí, har tíðin 22.72 eisini var undir A-kravtíðini.
Elisabeth Erlendsdóttir hevði eisini eina góða kapping. Í 50 m firvald svam hon við tíðini 28.64, sum bæði var persónligt met og undir B-kravtíðini til oyggjaleikirnar. Harumframt kláraði hon B-kravtíðina í 50 m frí við tíðini 27.12.
Millum yngru HS-svimjararnar vóru eisini flott avrik. Thorborg Joensen, fødd í 2014, svam seg til talentnál í 50 m frí við tíðini 34.66.
Tien Rasmussen, føddur í 2012, svam seg somuleiðis til talentnál í 50 m frí við tíðini 31.74.
Úrslitini eru ein góð byrjan upp á kappingarárið og geva svimjarunum íblástur til venjingina og kappingarnar fyri framman.
Havnar Svimjifelag ynskir Bartali, Elisabeth, Thorborg, Tien og øllum í HS hjartaliga tillukku við flottu avrikunum!
Øll úrslitini á HS Open síggjast her: https://live.swimify.com/compe...