Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 (sunnudag) (4–6 ár) Hvít 2 (mánadag) (4–6 ár) Ljósagul 1 (sunnudag) 5–7 ár Ljósagul 2 (mánadag) 5–7 ár Gul 1 (7 ár+) Gul 2 (7 ár+) Gul 3 (7 ár+) Gul 4 (8 ár+) Appilsingul (8 ár+) Grøn (8 ár+) Blá (8 ár+)
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið Fyrireiking
    SwimFit
  • Tilmelding
    • Vegleiðing
    • Hvít 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Hvít 2 (mánadag) – Tilmelding
    • Ljósagul 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Ljósagul 2 (mánadag) - Tilmelding
    • Gul 1,2,3 – Tilmelding
    • Gul 4 – Tilmelding
    • Appilsingul – tilmelding
    • Grøn – Tilmelding
    • Rørsla - tilmelding
    • Hvílandi limir
  • Um okkum
    • Nevndin
    • Venjingarumstøður
    • Gamla heimasíðan
  • Kalendari
  • Leinkjur
  • Hjálparfólk til kappingar
    • Gera svimjihøll klára
    • Hjálparfólk til kappingar
  • Met

Freist at melda til svimjikapping hjá Hellufossi er týsdagin

3. okt. 2026, kl. 12.02

Leygardagin 10. oktober 2026 skipar Hellufossur fyri svimjikapping í Kvívíkar skúla. Kappingin er fyri svimjarar, sum fylla 12 ár í 2026 og yngri – og vit vóna, at nógv hava hug at vera við!


Meldið til á Holdsport áðrenn týsdagin 6. oktober kl. 22.00.

Svimjararnir verða býttir í tríggjar aldursbólkar. Tað er aldurin, sum svimjarin fyllir í 2026, ið avger bólkin:


Bólkur 1 / 8 ár og yngri

Svimjarar, sum eru føddir í 2018 ella seinni.

Upphiting kl. 12.30 og kapping kl. 13.00.


Bólkur 2 / 9–10 ár

Svimjarar, sum eru føddir í 2016 ella 2017.

Upphiting kl. 14.30 og kapping kl. 15.00.


Bólkur 3 / 11–12 ár

Svimjarar, sum eru føddir í 2014 ella 2015.

Upphiting kl. 16.30 og kapping kl. 17.00.


Á skránni eru kappingar á ymiskum teinum, lagaðar til aldursbólkarnar. Teir yngstu kunnu millum annað svimja 12,5 metrar bein við plátu og styttri teinar í frí og rygg. Í bólki 2 og 3 eru eisini kappingar í bringu og firvaldi.


Havnar Svimjifelag skal møta við tveimum hjálpardómarum til hvønn bólk. Vit hava tí tørv á foreldrum sum hjálparfólk. Meldi tykkum sum hjálpardómarar her. Hjálparfólkafundurin byrjar, tá upphitingin byrjar hjá viðkomandi bólki.


Góðu foreldur: Tosið gjarna við tykkara børn um at luttaka, og hjálpið teimum at melda til á Holdsport áðrenn freistina.


Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag við svimjing, felagsskapi og nógvum stuðli frá kantinum!


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skrá og tíðum.

The latest news All
Flott úrslit til HS Open
Bartal Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir svumu seg til kravtíðir til oyggjaleikirnar, meðan Thorborg Joensen og Tien Rasmussen svumu seg til talentnál á HS Open um vikuskiftið.Svimjihøllin í Gundadali var um vikuskiftið karmur u...
Freist at melda til svimjikapping hjá Hellufossi er týsdagin
Leygardagin 10. oktober 2026 skipar Hellufossur fyri svimjikapping í Kvívíkar skúla. Kappingin er fyri svimjarar, sum fylla 12 ár í 2026 og yngri – og vit vóna, at nógv hava hug at vera við! Meldið til á Holdsport áðrenn týsdagin...
HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir
Fríggjadagin og leygardagin 2. og 3. oktober skipar Havnar Svimjifelag fyri HS Open í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan kappingin er fyrsti møguleikin hjá svimjarunum at klára kravtíðirnar til Betri Oyggjaleikir næsta summar. Við...
Other pages from SportMember