Melda til hjálparfólkaskeið her: https://www.holdsport.fo/publi...
Fyri at skipa fyri svimjikappingum hava vit brúk fyri, at foreldur taka eina hond í. Tí bjóða vit foreldrum í Havnar Svimjifelag á hjálparfólkaskeið sunnudagin 27. september kl. 15.00–16.30.
Fyrsta svimjikappingin hjá teimum eldru liðunum er HS Open, sum verður 2.–3. oktober. Hjá teimum yngru liðunum er fyrsta kappingin Hellufossur, sum verður 10. oktober.
Á skeiðnum fært tú innlit í uppgávurnar sum hjálpardómari, so tú ert væl fyrireikað/ur at hjálpa til á kappingum. Tað er ikki neyðugt at hava royndir frammanundan.
Okkara nýútbúni yvirdómari, Maria C. Nielsdóttir, og formaður felagsins, Ian Salter, standa fyri skeiðinum, sum varir hálvan annan tíma.
Pláss er fyri 12 luttakarum. Melda teg til her á síðuni og ver við til at tryggja góðar svimjikappingar fyri okkara svimjarar.
OBS: Skeiðið byrjar kl. 15.00, hóast telduposturin, tú fært eftir tilmelding, sigur kl. 16.00. Rætta byrjanartíðin er kl. 15.00.
Vit gleða okkum at síggja tykkum!