Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 (sunnudag) (4–6 ár) Hvít 2 (mánadag) (4–6 ár) Ljósagul 1 (sunnudag) 5–7 ár Ljósagul 2 (mánadag) 5–7 ár Gul 1 (7 ár+) Gul 2 (7 ár+) Gul 3 (7 ár+) Gul 4 (8 ár+) Appilsingul (8 ár+) Grøn (8 ár+) Blá (8 ár+)
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið Fyrireiking
    SwimFit
  • Tilmelding
    • Vegleiðing
    • Hvít 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Hvít 2 (mánadag) – Tilmelding
    • Ljósagul 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Ljósagul 2 (mánadag) - Tilmelding
    • Gul 1,2,3 – Tilmelding
    • Gul 4 – Tilmelding
    • Appilsingul – tilmelding
    • Grøn – Tilmelding
    • Rørsla - tilmelding
    • Hvílandi limir
  • Um okkum
    • Nevndin
    • Venjingarumstøður
    • Gamla heimasíðan
  • Kalendari
  • Leinkjur
  • Hjálparfólk til kappingar
    • Gera svimjihøll klára
    • Hjálparfólk til kappingar
  • Met

Svimjiskúlin byrjar hesa vikuna

6. sep. 2026, kl. 17.17


Nú er bíðitíðin av – hesa vikuna byrjar Svimjiskúlin hjá Havnar Svimjifelag aftur!


Vit gleða okkum nógv til at bjóða øllum svimjarunum vælkomnum til eitt nýtt svimjiár, og vit vóna, at bæði nýggir og royndir svimjarar fáa eina góða byrjan.


Her eru nakrir praktiskar upplýsingar, sum eru góðir at hava við sær til fyrstu venjing.


Svimjing í Eysturskúlanum

Tey liðini, sum svimja í Eysturskúlanum, skulu brúka inngongdina, sum er víst á myndini niðanfyri.



Svimjing í Gundadali sunnudag og mánadag

Tey liðini, sum svimja í Gundadali sunnudag og mánadag, skulu brúka starvsfólkainngongdina. Sí myndina niðanfyri.



Foreldur kunnu koma við fyrstu ferð

Til fyrstu venjingina er sjálvandi í lagi, at foreldur koma við inn og hjálpa børnunum at finna seg til rættis.


Eftir fyrstu venjingina heita vit tó á foreldrini um at siga farvæl við børnini uttanfyri og bíða úti í gongini, meðan venjingin er.


Hetta hjálpir okkum at skapa góðar og róligar karmar um venjingina og gevur venjarunum bestu møguleikar at hava fokus á børnunum.


Upplýsingar um títt lið

Nærri upplýsingar um venjingartíðir o.a. hjá einstøku liðini finnur tú her:

Hvít 1 (Sunnudag)

Hvít 2 (Mánadag)

Ljósagul 1 (Sunnudag)

Ljósagul 2 (Mánadag)

Gul 1

Gul 2

Gul 3

Gul 4

Appilsingul

Grøn

Blá


Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll og til eitt gott og stuttligt svimjiár saman!

The latest news All
Flott úrslit til HS Open
Bartal Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir svumu seg til kravtíðir til oyggjaleikirnar, meðan Thorborg Joensen og Tien Rasmussen svumu seg til talentnál á HS Open um vikuskiftið.Svimjihøllin í Gundadali var um vikuskiftið karmur u...
Freist at melda til svimjikapping hjá Hellufossi er týsdagin
Leygardagin 10. oktober 2026 skipar Hellufossur fyri svimjikapping í Kvívíkar skúla. Kappingin er fyri svimjarar, sum fylla 12 ár í 2026 og yngri – og vit vóna, at nógv hava hug at vera við! Meldið til á Holdsport áðrenn týsdagin...
HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir
Fríggjadagin og leygardagin 2. og 3. oktober skipar Havnar Svimjifelag fyri HS Open í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan kappingin er fyrsti møguleikin hjá svimjarunum at klára kravtíðirnar til Betri Oyggjaleikir næsta summar. Við...
Other pages from SportMember