Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 (sunnudag) (4–6 ár) Hvít 2 (mánadag) (4–6 ár) Ljósagul 1 (sunnudag) 5–7 ár Ljósagul 2 (mánadag) 5–7 ár Gul 1 (7 ár+) Gul 2 (7 ár+) Gul 3 (7 ár+) Gul 4 (8 ár+) Appilsingul (8 ár+) Grøn (8 ár+) Blá (8 ár+)
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið Fyrireiking
    SwimFit
  • Tilmelding
    • Vegleiðing
    • Hvít 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Hvít 2 (mánadag) – Tilmelding
    • Ljósagul 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Ljósagul 2 (mánadag) - Tilmelding
    • Gul 1,2,3 – Tilmelding
    • Gul 4 – Tilmelding
    • Appilsingul – tilmelding
    • Grøn – Tilmelding
    • Rørsla - tilmelding
    • Hvílandi limir
  • Um okkum
    • Nevndin
    • Venjingarumstøður
    • Gamla heimasíðan
  • Kalendari
  • Leinkjur
  • Hjálparfólk til kappingar
    • Gera svimjihøll klára
    • Hjálparfólk til kappingar
  • Met

SwimFit – Til tey ið vilja byrja aftur

3. sep. 2026, kl. 09.24

Hevur tú svomið á kappingarliði fyrr, men hevur ikki tíð ella hug at venja nógvar ferðir um vikuna? So er nýggja SwimFit kanska júst nakað fyri teg.

Havnar Svimjifelag fer nú undir eitt nýtt tilboð til fyrrverandi kappingarsvimjarar, sum framvegis hava hug at svimja, halda seg í góðum formi og vera partur av svimjifelagsskapinum – men uttan at svimjingin skal fylla 20 tímar um vikuna.


Nýggja tilboðið eitur SwimFit og hevur 16 ára aldursmark.


Svimjing og styrkivenjing

Á SwimFit verður svomið tvær ferðir um vikuna í Gundadali. Venjingarnar eru ætlaðar teimum, sum longu duga væl at svimja og hava royndir frá kappingarsvimjing.


Harumframt fáa svimjararnir møguleika at styrkivenja í Burn. Tey fáa eina venjingarætlan at fylgja og kunnu síðani venja sjálvi. Haldið til Burn er eitt tilkeyp, og sum partur av samstarvinum fáa SwimFit-svimjarar Burn-hald fyri hálvan prís. Haldið verður goldið beinleiðis til Burn, men skal bíleggjast gjøgnum Havnar Svimjifelag.


Tú velur sjálv/ur, um tú vilt kappast

SwimFit er ikki eitt vanligt kappingarlið, og tað er eingin treyt, at tú luttekur í kappingum.


Men saknar tú eisini kappingarnar eitt sindur, so er møguleikin framvegis har. SwimFit-svimjarar kunnu luttaka í svimjikappingum í Føroyum eftir egnum ynski.


Tú kanst sostatt sjálv/ur avgera, um tú bara vilt svimja og venja fyri at halda teg í formi – ella um tú eisini hevur hug at royna teg í hylinum aftur av og á.


Royndarverkætlan í eitt hálvt ár

SwimFit verður í fyrsta umfari sett í verk sum ein royndarverkætlan í eitt hálvt ár.


Eftir royndartíðina fer Havnar Svimjifelag at eftirmeta tilboðið og kanna, um áhugi og grundarlag er fyri at halda fram.


Endamálið er at skapa eitt tilboð til tey, sum eru liðug við vanligu kappingarsvimjingina, men sum ikki eru liðug við svimjingina.


Tí tú nýtist ikki at gevast at svimja, bara tí tú gevst á kappingarliðnum.

Tilmelding: https://www.holdsport.net/klub...

The latest news All
Flott úrslit til HS Open
Bartal Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir svumu seg til kravtíðir til oyggjaleikirnar, meðan Thorborg Joensen og Tien Rasmussen svumu seg til talentnál á HS Open um vikuskiftið.Svimjihøllin í Gundadali var um vikuskiftið karmur u...
Freist at melda til svimjikapping hjá Hellufossi er týsdagin
Leygardagin 10. oktober 2026 skipar Hellufossur fyri svimjikapping í Kvívíkar skúla. Kappingin er fyri svimjarar, sum fylla 12 ár í 2026 og yngri – og vit vóna, at nógv hava hug at vera við! Meldið til á Holdsport áðrenn týsdagin...
HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir
Fríggjadagin og leygardagin 2. og 3. oktober skipar Havnar Svimjifelag fyri HS Open í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan kappingin er fyrsti møguleikin hjá svimjarunum at klára kravtíðirnar til Betri Oyggjaleikir næsta summar. Við...
Other pages from SportMember