Áhugin fyri svimjiskúlanum hevur verið ómetaliga stórur! Bert fáar minuttir eftir, at tilmeldingin lat upp, vóru næstan øll liðini fullteknað.
Enn eru nøkur fá pláss eftir á hvítu liðunum, so um tit ynskja eitt av teimum, ræður um at skunda sær!
Náddu tit ikki at fáa pláss á liðnum, tit ynsktu, mæla vit tykkum til at skriva barnið á bíðilistan.
Vit fara nú at kanna møguleikarnar fyri at stovna fleiri lið, soleiðis at vit vónandi kunnu geva enn fleiri børnum møguleikan at koma til svimjing.
Harumframt kunnu pláss gerast leys seinni, um onkur, sum er tilmeldaður, kortini ikki fer at svimja. Tí er tað týdningarmikið at skriva seg á bíðilistan, hóast liðið í løtuni er fullteknað.