Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 (sunnudag) (4–6 ár) Hvít 2 (mánadag) (4–6 ár) Ljósagul 1 (sunnudag) 5–7 ár Ljósagul 2 (mánadag) 5–7 ár Gul 1 (7 ár+) Gul 2 (7 ár+) Gul 3 (7 ár+) Gul 4 (8 ár+) Appilsingul (8 ár+) Grøn (8 ár+) Blá (8 ár+)
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið Fyrireiking
    SwimFit
  • Tilmelding
    • Vegleiðing
    • Hvít 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Hvít 2 (mánadag) – Tilmelding
    • Ljósagul 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Ljósagul 2 (mánadag) - Tilmelding
    • Gul 1,2,3 – Tilmelding
    • Gul 4 – Tilmelding
    • Appilsingul – tilmelding
    • Grøn – Tilmelding
    • Rørsla - tilmelding
    • Hvílandi limir
  • Um okkum
    • Nevndin
    • Venjingarumstøður
    • Gamla heimasíðan
  • Kalendari
  • Leinkjur
  • Hjálparfólk til kappingar
    • Gera svimjihøll klára
    • Hjálparfólk til kappingar
  • Met

Tilmeldingin til svimjiskúlan letur upp hósdagin kl. 20.00

16. aug. 2026, kl. 10.06


Hósdagin 20. august kl. 20.00 letur almenna tilmeldingin til svimjiskúlan hjá Havnar Svimjifelag upp.


Vit hava fleiri ymisk svimjilið, sum eru býtt upp eftir aldri, royndum og svimjiførleikum. Tí er umráðandi, at barnið verður meldað til tað liðið, sum hóskar best til førleikarnar.


Hyggið væl gjøgnum vegleiðingina longu nú

Vit mæla øllum foreldrum til at hyggja væl ígjøgnum vegleiðingina niðanfyri, áðrenn tilmeldingin letur upp.


Í vegleiðingini síggja tit, hvørji lið eru, hvørjum tey eru ætlað, og hvat barnið skal duga fyri at verða meldað til tey ymisku liðini.


Finn rætta liðið til títt barn longu nú, so tit eru klár, tá tilmeldingin letur upp hósdagin kl. 20.00.


Hvørjum liði skal barnið meldast til?



Vel tað liðið, sum best samsvarar við aldur, royndir og svimjiførleikar hjá barninum. Um tað vísir seg, at eitt barn er komið á eitt lið, sum ikki samsvarar við førleikarnar, kann tað gerast neyðugt at flyta barnið á eitt annað lið.


Avmarkað pláss á liðunum


Tað er avmarkað pláss á teimum ymisku liðunum, og tí kunnu summi lið skjótt verða fullteknað.


Tilmeldingin letur upp hósdagin 20. august kl. 20.00.


Vit gleða okkum til eitt nýtt og spennandi svimjiár í Havnar Svimjifelag!

The latest news All
Flott úrslit til HS Open
Bartal Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir svumu seg til kravtíðir til oyggjaleikirnar, meðan Thorborg Joensen og Tien Rasmussen svumu seg til talentnál á HS Open um vikuskiftið.Svimjihøllin í Gundadali var um vikuskiftið karmur u...
Freist at melda til svimjikapping hjá Hellufossi er týsdagin
Leygardagin 10. oktober 2026 skipar Hellufossur fyri svimjikapping í Kvívíkar skúla. Kappingin er fyri svimjarar, sum fylla 12 ár í 2026 og yngri – og vit vóna, at nógv hava hug at vera við! Meldið til á Holdsport áðrenn týsdagin...
HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir
Fríggjadagin og leygardagin 2. og 3. oktober skipar Havnar Svimjifelag fyri HS Open í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan kappingin er fyrsti møguleikin hjá svimjarunum at klára kravtíðirnar til Betri Oyggjaleikir næsta summar. Við...
Other pages from SportMember