
Í DM (Danmarksmesterskabet) í langgeil vann Isak Brisenfeldt gull í 200 m firvald, samstundis sum hann setti nýtt føroyskt met við tíðini 2:02.28.
Harvið betraði hann sítt egna føroyska met úr 2:03.85 niður í 2:02.28 – ein betring upp á 1,57 sekund.
Við hesum avrikinum tryggjaði Isak sær eisini DM-gull, og hann var skjótasti svimjarin bæði í ungdómsbólkinum og í opna bólkinum.
Hjartaliga tillukku við hesum framúr úrslitinum, Isak!
