Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 (sunnudag) (4–6 ár) Hvít 2 (mánadag) (4–6 ár) Ljósagul 1 (sunnudag) 5–7 ár Ljósagul 2 (mánadag) 5–7 ár Gul 1 (7 ár+) Gul 2 (7 ár+) Gul 3 (7 ár+) Gul 4 (8 ár+) Appilsingul (8 ár+) Grøn (8 ár+) Blá (8 ár+)
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið Fyrireiking
    SwimFit
  • Tilmelding
    • Vegleiðing
    • Hvít 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Hvít 2 (mánadag) – Tilmelding
    • Ljósagul 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Ljósagul 2 (mánadag) - Tilmelding
    • Gul 1,2,3 – Tilmelding
    • Gul 4 – Tilmelding
    • Appilsingul – tilmelding
    • Grøn – Tilmelding
    • Rørsla - tilmelding
    • Hvílandi limir
  • Um okkum
    • Nevndin
    • Venjingarumstøður
    • Gamla heimasíðan
  • Kalendari
  • Leinkjur
  • Hjálparfólk til kappingar
    • Gera svimjihøll klára
    • Hjálparfólk til kappingar
  • Met

Dómaraskeið 30. – 31. mai 2026

12. maj. 2026, kl. 17.20

Rókur í Jákupsstovu eigur myndina


Svimjisamband Føroya skipar fyri dómaraskeiði vikuskiftið 30. – 31. mai 2026.


Í hesum sambandi koma tveir undirvísarar úr Danmark til Føroya at standa fyri undirvísingini. Skeiðið er eitt grundskeið til tíðtakara og vendidómarar, og er tí serliga viðkomandi fyri øll, sum ynskja at hjálpa til við svimjikappingar.


Skeiðið er skipað soleiðis, at luttakararnir fyrst skulu taka eina e-læru, sum tekur umleið 1,5 tíma, áðrenn skeiðsdagarnar 30.–31. mai. Sjálvt skeiðið í Føroyum verður umleið 4–5 tímar til longdar.


Vit vóna, at so nógv sum gjørligt taka lut á skeiðnum – serliga við atliti at, at Føroyar skulu hýsa Oyggjaleikunum í 2027. Tað er týdningarmikið, at vit hava nógvar skikkaðar tíðtakarar og vendidómarar klárar til komandi kappingar.


Avmarkað pláss er á skeiðnum, so tað ræður um at gera skjótt av.


Tilmeldingarfreistin er 13. mai kl. 12.00.


Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected].

The latest news All
Flott úrslit til HS Open
Bartal Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir svumu seg til kravtíðir til oyggjaleikirnar, meðan Thorborg Joensen og Tien Rasmussen svumu seg til talentnál á HS Open um vikuskiftið.Svimjihøllin í Gundadali var um vikuskiftið karmur u...
Freist at melda til svimjikapping hjá Hellufossi er týsdagin
Leygardagin 10. oktober 2026 skipar Hellufossur fyri svimjikapping í Kvívíkar skúla. Kappingin er fyri svimjarar, sum fylla 12 ár í 2026 og yngri – og vit vóna, at nógv hava hug at vera við! Meldið til á Holdsport áðrenn týsdagin...
HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir
Fríggjadagin og leygardagin 2. og 3. oktober skipar Havnar Svimjifelag fyri HS Open í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan kappingin er fyrsti møguleikin hjá svimjarunum at klára kravtíðirnar til Betri Oyggjaleikir næsta summar. Við...
Other pages from SportMember