Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 (sunnudag) (4–6 ár) Hvít 2 (mánadag) (4–6 ár) Ljósagul 1 (sunnudag) 5–7 ár Ljósagul 2 (mánadag) 5–7 ár Gul 1 (7 ár+) Gul 2 (7 ár+) Gul 3 (7 ár+) Gul 4 (8 ár+) Appilsingul (8 ár+) Grøn (8 ár+) Blá (8 ár+)
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið Fyrireiking
    SwimFit
  • Tilmelding
    • Vegleiðing
    • Hvít 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Hvít 2 (mánadag) – Tilmelding
    • Ljósagul 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Ljósagul 2 (mánadag) - Tilmelding
    • Gul 1,2,3 – Tilmelding
    • Gul 4 – Tilmelding
    • Appilsingul – tilmelding
    • Grøn – Tilmelding
    • Rørsla - tilmelding
    • Hvílandi limir
  • Um okkum
    • Nevndin
    • Venjingarumstøður
    • Gamla heimasíðan
  • Kalendari
  • Leinkjur
  • Hjálparfólk til kappingar
    • Gera svimjihøll klára
    • Hjálparfólk til kappingar
  • Met

Andrias við sterkum úrslitum í Berlin

8. maj. 2026, kl. 22.52

Andrias Mellemgaard úr Havnar Svimjifelag hevur hesar dagarnar luttikið í Para Swimming World Series í Berlin, har hann hevur staðið seg sera væl í sterkari altjóða kapping.


Longu fyrsta kappingardagin vísti Andrias góða framgongd. Hann svam fyrst 100 metrar frí upp á 1.09.98, sum var ein betring upp á 3,67 sekund í mun til tilmeldingartíðina á 1.13.65.


Síðani svam hann 100 metrar bringu upp á 1.28.48. Eisini har betraði hann seg, hesaferð við 0,64 sekundum í mun til tilmeldingartíðina á 1.29.12.


Framgongdin helt fram, tá Andrias svam 200 metrar blandað. Hann kom á mál við tíðini 2.58.92 og betraði sostatt sítt gamla persónliga met, sum var 3.06.92. Talan er um eina framgongd á heili 8 sekund.


Við á ferðini í Berlin er venjarin Fríði Dam Lindberg, sum fylgir Andriasi undir kappingini.


Andrias svimur sína seinastu kapping í Berlin leygardagin, tá hann fer á startin í 50 metrar frí.


Parasport Føroyar ynskir Andriasi hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum og spennandi framgongdini.

The latest news All
Flott úrslit til HS Open
Bartal Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir svumu seg til kravtíðir til oyggjaleikirnar, meðan Thorborg Joensen og Tien Rasmussen svumu seg til talentnál á HS Open um vikuskiftið.Svimjihøllin í Gundadali var um vikuskiftið karmur u...
Freist at melda til svimjikapping hjá Hellufossi er týsdagin
Leygardagin 10. oktober 2026 skipar Hellufossur fyri svimjikapping í Kvívíkar skúla. Kappingin er fyri svimjarar, sum fylla 12 ár í 2026 og yngri – og vit vóna, at nógv hava hug at vera við! Meldið til á Holdsport áðrenn týsdagin...
HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir
Fríggjadagin og leygardagin 2. og 3. oktober skipar Havnar Svimjifelag fyri HS Open í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan kappingin er fyrsti møguleikin hjá svimjarunum at klára kravtíðirnar til Betri Oyggjaleikir næsta summar. Við...
Other pages from SportMember