Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 Hvít 2 Ljósagul 1 Ljósagul 2 Gul 1 Gul 2 Gul 3 Gul 4 Gul 5 Appilsingul Grøn Blá
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið 4. lið Fyrireiking
    Tilmelding/Registration Hvít - tilmelding Ljósagul - tilmelding Gul 1,2,3 - tilmelding Gul 4 - tilmelding Gul 5 - tilmelding Appilsingul - tilmelding Grøn - tilmelding Premasters - tilmelding Rørsla - tilmelding Hvílandi limir RIG 2026 - 23. til 26. januar 2026 Venjingarlega 27. til 29. desember Summarsvimjing - Lið 5
  • Kalender
  • Um okkum
    • Nevndin
    • Venjingarumstøður
    • Gamla heimasíðan
  • Leinkjur
  • Met
  • Praktisk kunning

Fimm føroysk met til Swim Open Tórshavn

29. apr. 2026, kl. 07.35

Í vikuskiftinum var altjóða svimjistevnan Swim Open Tórshavn hildin í svimjihøllini í Gundadali. Kappingin strekti seg yvir tríggjar dagar – fríggjadag, leygardag og sunnudag – og var merkt av høgum støði, góðum stemningi og nógvum flottum úrslitum.


Hjá Havnar Svimjifelag var talan um eitt sera gott vikuskifti, har svimjararnir vístu seg væl fram bæði í innleiðandi riðlum og finalum. Nógv persónlig met vórðu sett, fleiri heiðursmerki vunnin, og fleiri svimjarar megnaðu eisini at kvalifisera seg til stórar altjóða kappingar.


Nevnast kann, at Silas Dam Lindberg megnaði kravtíðina til evropeisku juniormeistarastevnuna við einum sterkum avriki í 400 metra frí, har hann eisini betraði sítt persónliga met munandi.


Heili fimm føroysk met vórðu sett í kappingini:

  • 50 m frí – Bartal Erlingsson Eidesgaard – 23,46 sek
  • 100 m frí – Bartal Erlingsson Eidesgaard – 51,50 sek
  • 50 m bringa – Bartal Erlingsson Eidesgaard – 28,81 sek
  • 4x100 m frí – Bartal E. Eidesgaard, Óli Mikkelsen, Isak Brisenfeldt og Silas D. Lindberg – 3:35.89
  • 4x100 m blandað – Bartal E. Eidesgaard, Óli Mikkelsen, Isak Brisenfeldt og Silas D. Lindberg – 3:57.61


Alt í alt eitt sera væl eydnað vikuskifti við nógvum góðum úrslitum, har Havnar Svimjifelag veruliga setti sín dám.


Sí úrslit frá kappingini her: https://live.swimify.com/compe...


The latest news All
FM og JM í langgeil í Havn um vikuskiftið
Komandi vikuskiftið verður stór svimjikapping í Havn, tá Føroyameistarastevnan og Juniorføroyameistarastevnan á langgeil 2026 verða hildnar frá fríggjamorgni 5. juni til sunnukvøld 7. juni. Kappingin savnar svimjarar úr øllum landin...
Nevndin hevur skipað seg
Havnar Svimjifelag hevur nú skipað nýggju nevndina. Nevndin er skipað soleiðis: Ian Salter – Formaður René Rasmussen – Næstformaður Bárður Mikkelsen – Kassameistari Arnleyg Sørensen – Skrivari Tór Arni Samuelsen – Tøkni & næstkas...
Dómaraskeið 30. – 31. mai 2026
Rókur í Jákupsstovu eigur myndina Svimjisamband Føroya skipar fyri dómaraskeiði vikuskiftið 30. – 31. mai 2026. Í hesum sambandi koma tveir undirvísarar úr Danmark til Føroya at standa fyri undirvísingini. Skeiðið er eitt grundske...
Other pages from SportMember