Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 (sunnudag) (4–6 ár) Hvít 2 (mánadag) (4–6 ár) Ljósagul 1 (sunnudag) 5–7 ár Ljósagul 2 (mánadag) 5–7 ár Gul 1 (7 ár+) Gul 2 (7 ár+) Gul 3 (7 ár+) Gul 4 (8 ár+) Appilsingul (8 ár+) Grøn (8 ár+) Blá (8 ár+)
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið Fyrireiking
    SwimFit
  • Tilmelding
    • Vegleiðing
    • Hvít 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Hvít 2 (mánadag) – Tilmelding
    • Ljósagul 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Ljósagul 2 (mánadag) - Tilmelding
    • Gul 1,2,3 – Tilmelding
    • Gul 4 – Tilmelding
    • Appilsingul – tilmelding
    • Grøn – Tilmelding
    • Rørsla - tilmelding
    • Hvílandi limir
    • Syskinaavsláttur
  • Um HS
    • Fakta um HS
    • Nevndin
  • Árshjól
  • Venjingartíðir
  • Ymiskt
    • Met
    • Leinkjur
  • Hjálparfólk til kappingar
    • Gera svimjihøll klára

HS LUTTEKUR Á RIG 25

5. jan. 2025, kl. 00.00

HS luttekur á RIG 2025 um vikuskiftið.


Hesin hópurin, sum til dagligt venur við 1. og 2. liði, fara um vikuskiftið at kappast í Reykjavík fyri Havnar Svimjifelag - harav ein samstundis eisini fyri Parasport Føroyar. Svimjistevnan er partur av RIG-leikunum, sum tey skipa fyri í Reykjavík hvørt ár.

Fyrsti partur av kappingini byrjar seinnapartin í dag:

Umfar 1 - innleiðandi: fríggjadag kl 16.30

Umfar 2 - innleiðandi: leygardag kl 09.35

Umfar 3 - finalur: leygardag kl 17.05

Umfar 4 - innleiðandi: sunnudag kl 09.35

Umfar 5 - finalur: sunnudag kl 17.05


302 svimjarar úr 31 feløgunum úr 10 londum luttaka: Føroyar (HS, FS og SuSvim), Ísland, Grønland, Danmark, Litava, Portugal, Sierra Leone, Sveits, India og Stóra Bretland.


Hetta er ein vælumtókt og vælvitjað kapping, og HS hevur ofta verið við. Kend fólk hava sett stevnumet har, sum t.d. Alexander Dale Oen, Viktor Bromer, Mie Ø. Nielsen, Eygló Ósk Gústafsdóttir, umframt eisini føroysku Pál Joensen og Sára R. Nysted, bæði úr Vági og Magnus Jákupsson, sum plagdi at svimja við HS.


Í dag, fríggjadagin, svimja tey:


50 rygg menn (ca. kl 16.05):

Óli Mikkelsen (2008)

Silas Dam Lindberg (2008)

Oddvaldur Leivsson (2008)


50 bringa kvinnur (ca. kl 16.35):

Oddvá Sedea D. Nattestad (2006)

Halla Háfoss (2009)


50 firvald menn (ca. kl 17.38):

Isak Brisenfeldt (2006)

Áki Eliasen (2006)

Óli Mikkelsen (2008)


50 firvald kvinnur (ca. kl 17.47):

Halla Háfoss (2009)


50 frí menn (ca. kl 17.57):

Isak Brisenfeldt (2006)

Áki Eliasen (2006)

Oddvaldur Leivsson (2008)

Ólavur Winther Jákupsson (2008)


50 frí kvinnur (ca. kl 18.08):

Oddvá Sedea D. Nattestad (2006)

Halla Háfoss (2009)


Koyrið á, koyr á HS🖤

The latest news All
2. og 3. lið til Kalundborg Swim Cup
Fríggjadagin 27. november fara svimjarar á 2. og 3. liði hjá Havnar Svimjifelag til Danmarkar at luttaka í Kalundborg Swim Cup. Stevnan verður leygardagin og sunnudagin 28.–29. november í Kalundborg Svømmehal, har Kalundborg Svø...
Níggju HS-svimjarar í bruttohópinum til Oyggjaleikirnar
Níggju svimjarar úr Havnar Svimjifelag eru við í bruttohópinum til føroyska svimjilandsliðið, sum varð úttikin eftir FM á stuttgeil um vikuskiftið. Úttøkan er partur av fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar 2027. Hópurin telur 26 svim...
HS vann bæði FM og JM á stuttgeil
Havnar Svimjifelag vann bæði føroyameistarakappingina og juniormeistarakappingina á stuttgeil, sum varð hildin í Gundadali 20.–22. november 2026. Svimjararnir hjá HS vunnu tilsamans 97 heiðursmerki og settu fleiri føroysk met. Úr...

Havnar Svimjifelag

Postboks 1205, FO-110 Tórshavn

[email protected]

Other pages from SportMember
  • Info about Havnar Svimjifelag