Registration Login
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 (sunnudag) (4–6 ár) Hvít 2 (mánadag) (4–6 ár) Ljósagul 1 (sunnudag) 5–7 ár Ljósagul 2 (mánadag) 5–7 ár Gul 1 (7 ár+) Gul 2 (7 ár+) Gul 3 (7 ár+) Gul 4 (8 ár+) Appilsingul (8 ár+) Grøn (8 ár+) Blá (8 ár+)
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið Fyrireiking
    SwimFit
  • Tilmelding
    • Vegleiðing
    • Hvít 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Hvít 2 (mánadag) – Tilmelding
    • Ljósagul 1 (sunnudag) – Tilmelding
    • Ljósagul 2 (mánadag) - Tilmelding
    • Gul 1,2,3 – Tilmelding
    • Gul 4 – Tilmelding
    • Appilsingul – tilmelding
    • Grøn – Tilmelding
    • Rørsla - tilmelding
    • Hvílandi limir
  • Um okkum
    • Nevndin
    • Venjingarumstøður
    • Gamla heimasíðan
  • Kalendari
  • Leinkjur
  • Hjálparfólk til kappingar
    • Gera svimjihøll klára
    • Hjálparfólk til kappingar
  • Met

HS svimjarar heiðraðir við steypum og nálum og úttiknir til NM og HM í desember

17. nov. 2024, kl. 22.31

Í gjár var galla fyri svimjarum, venjarum og nevndum. Íðkanarnevnd SSF´s skipaði fyri.

Her hugnaðu tey sær, umframt at nálir og steyp vórðu handað og úttøkur kunngjørdar.

Steyp:

Ársins stjørnuskot Silas Dam Lindberg

Ársins startur Bartal E. Eidesgaard

Ársins “Come-back” Jóni J. Strøm

Nálir:

Gullnál:

Isak Brisenfeldt

Silvurnál við stjørnu:

Silas Dam Lindberg

Silvurnál:

Jóni J. Strøm

Óli Mikkelsen

Ólavur Winther Jákupsson

Bronsunál við stjørnu:

Jóhannis í Stórustovu

Mariella A. Henriksen

Theodor Salter

Halla Háfoss

Lilja L. Harrysdóttir

Bronsunál:

Lilja Sørensen

Lilja B. á Krákusteini

Sigbjartur J. Egholm

Aron Joensen

Jens Martin Dam

Theodor Salter

Jónatan Samuelsen

India Bech

Lea B. á Krákusteini

Úttøkur:

NM og NJM á stuttgeil.: Tað kom ikki óvart á, at Bartal Eidesgaard og Isak Brisenfeldt (NM) og Silas Lindberg (NJM) vóru úttiknir til NM/NJM í desember. Teir hava nevniliga svomið upp til fleiri kravtíðir fyri at sleppa við. Men Áki Eliassen og Ari W. Rasmussen eru eisini við í NM-hópinum. Vit fegnast um allar 5. Kappingin verður í Danmark (Vejle) 1. – 3. desember ´24 Hjartaliga til lukku og bestu eydnu!

HM á stuttgeil: Umframt Líggjas Joensen sum hevur nátt kravtíðum, hevur SSF valt at taka Elisabeth Erlendsdóttir, Isak Brisenfeldt og Leu Osberg Højsted út eisini. Fyri framúr úrslit og fleiri føroysk met - og fyri at kunna manna eina MIX – liðkapping. Elisabeth er úr HS, men venur í USA. Tað er fyrstu ferð, at Føroyar hava møguleika at svimja liðkapping. Kappingin verður í Budapest, Ungarn 10. – 15. desember. Hjartaliga til lukku góðu tit – og bestu eydnu!

At enda: Takk tit ØLL. Eisini tit, sum ikki eru nevnd. Tit eru so sera røsk øll somul. Røsk at venja, røsk at seta tykkum mál. Nógvar tíðir eru betraðar í árinum, sum skjótt er farið. Takk fyri at tit øll hanga í. Koyr á HS!

The latest news All
Flott úrslit til HS Open
Bartal Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir svumu seg til kravtíðir til oyggjaleikirnar, meðan Thorborg Joensen og Tien Rasmussen svumu seg til talentnál á HS Open um vikuskiftið.Svimjihøllin í Gundadali var um vikuskiftið karmur u...
Freist at melda til svimjikapping hjá Hellufossi er týsdagin
Leygardagin 10. oktober 2026 skipar Hellufossur fyri svimjikapping í Kvívíkar skúla. Kappingin er fyri svimjarar, sum fylla 12 ár í 2026 og yngri – og vit vóna, at nógv hava hug at vera við! Meldið til á Holdsport áðrenn týsdagin...
HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir
Fríggjadagin og leygardagin 2. og 3. oktober skipar Havnar Svimjifelag fyri HS Open í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan kappingin er fyrsti møguleikin hjá svimjarunum at klára kravtíðirnar til Betri Oyggjaleikir næsta summar. Við...
Other pages from SportMember