Blá

Um liðið

BLÁ 1: Roynd, sum duga allar greinar - hava helst svomið í 3 ár, minst                

 fødd: 2015 og eldri


Kostnaður kr. 1.950 um árið


Úttøka er til Blá, og tí ber ikki til hjá øðrum at tekna seg til her. Tey bláu hava svomið eini 3 ár, kanska meira, við svimjiskúlanum, og á grønum ella appilsingulum liði. Tey klára at svimja fleiri longdir crawl og rygg, umframt duga bringu og at kava. Tey bláu luttaka í svimjikappingum eftir førleika í 16m hylum í Leirvík, Fuglafirði og á Toftum (her er tó aldursmark uppeftir), evt. eisini til kappingar í 25m hylunum í Havn og í Klaksvík, og vit vilja hervið heita á foreldur um at stuðla undir hesum, og fáa tey at luttaka. Um tey ikki vilja ella tora, so er eitt gott hugskot í fyrsta umfari at fara við teimum at hyggja, meðan liðfelagarnir eru til kapping. Tað er ikki eitt krav at luttaka í kappingum, men tað er ein fyrimunur at royna tað, so svimjarin verður klárur, tá hann kemur á kappingarlið. 


Vant verður 2x55 min. um vikuna í Argja skúla.

Venjarar

Profile Image
Bjørg Ólavsdóttir
Anna Højgaard Weihe
00298277555