Tilmelding/Registration

Kunning um tilmelding

Tú meldar til undir "Tilmelding" ovast til høgru ella undir "Liðyvirlit"

Tilmelding svimjiárið 2025/26 – BØRN og UNG

Vit heita tí á foreldrini um at melda barnið til lið, sum best møguligt samsvara við teirra
førleika og royndir. Vísir tað seg, at tað er ov stórur munur á svimjarum á einum liði, verður
onkur fluttur. Lesið tí vegleiðingarnar s. 2-3 væl áðrenn tit melda til. Sí s. 4 fyri aðrar treytir v.m.
Tað er bert møguligt at melda til eitt lið. Tá eitt lið er fullteknað, ber til at koma á bíðilista –
boða verður frá hesum, í so fall.

Fyri øll liðini er galdandi, at tey bert vera treytað av nóg stórari luttøku og at vit finna
venjarar til tey øll. Og broytingar annars kunnu koma fyri. Luttøka er treytað av, at
luttøkugjaldið er goldið rættstundis; flyting á kontu verður ikki góðtikin.
GG: Vísir tað seg at vera týðandi munur á børnunum á einum liði, verða hesi flutt á onnur lið.
Sosial atlit verða ikki tikin – her hugsa vit serliga um, at onkur kann hava serlig ynskir í
samband við, hvar vinir ella systkin svimja. Tað riggar ikki at hava lið, har stór spjaðing er á
førleikunum. Svimjiskúlin er at læra seg at svimja og/ella venja til at kunna luttaka í kappingum.
At svimja til stuttleika saman við vinum og systkjum ber til at gera undir almennari svimjing í
Gundadali :)

VEGLEIÐING:
HVÍT 1 og HVÍT 2 (í lítla hyli í Gundadali) Kostnaður kr. 1.250 um árið
Lið fyri børn, sum eru 4-6 ár (fødd 2019-2021). Hetta er lið fyri tey yngstu børnini, tey ótryggu og
byrjarar. Hesi tora ikki so væl at koyra høvdið undir, tey duga ikki at flóta osv., so tað verður
arbeitt við her. Børnini skulu læra seg at vera trygg í vatninum, og læra at akta boðum frá einum
svimjivenjara, umframt at læra grundleggjandi rørslur og at fáa høvdið undir. Tað er tó sera
umráðandi, at tey í hesum aldrinum eisini sleppa at hava tað stuttligt. Vant verður 1x25 min. um
vikuna.
HVÍT 1: Byrjarir (og/ella varin) 4-5 ár (fødd: 2020 og 2021)
HVÍT 2: Byrjarir (og/ella varin) 5-6 ár (fødd: 2019 og 2020)

LJÓSAGUL 1 og 2: (í lítla hyli í Gundadali) Kostnaður kr. 1.250 um árið
Lið fyri børn, sum eru 5-6 ár. Hetta er lið fyri byrjarar, sum tora at koyra høvdið undir, og/ella tey,
ið hava svomið við hvítum/gulum liði í fjør. Onkur klárar kanska at flóta, men
byrjunarteknikkurin til at læra at svimja er enn ikki komin uppá pláss, hóast gul tora væl at vera
í vatninum. Børnini skulu vera trygg í vatninum, og læra seg at akta boðum frá einum
svimjivenjara, umframt nakrar grundleggjandi teknikkir, m.a. anding. Hesi børnini tora eitt sindur
betri, enn tey á HVÍT. Tað er umráðandi at hava tað stuttligt fyri at varveita áhugan. Vant verður
1x25 min. um vikuna.
LJÓSAGUL 1: Vand 5-6 ár (fødd: 2019 og 2020)
LJÓSAGUL 2: Vand 6 ár (fødd: 2019)

GUL 1-4 (í Eysturskúlanum og/ella á Argjum) Kostnaður kr. 1.500 um árið, tó GUL 4 kr. 1.700
Lið fyri børn, sum eru frá 7 ár. Hetta eru lið fyri byrjarar og tey, sum hava svomið við liðum í
Gundadali, og/ella tey, sum hava svomið við hvítum/gulum liði í fjør, og/ella børn, sum klára seg
í vatni, men ikki hava lært nakað serligt teknikk.

GUL 1 og 2 er fyri tey minnu tryggu, meðan GUL 3 og 4 eru fyri tey meira tryggu. Hesi tora at koyra
høvdið undir (kanska ikki øll á GUL 1 og 2), og á GUL 3 og 4 klárar tey at flóta. Byrjunarteknikkurin
til at læra at svimja er enn ikki komin uppá pláss, men á GUL 3 og 4 klára tey at taka seg fram.
Hyljarnir eru djýpri enn lítli hylur í Gundadali, og her læra børnini at flóta, umframt nakrar
grundleggjandi teknikkir, m.a. anding og grovtekniskt at svimja crawl og rygg. Eisini her er tað
umráðandi at hava tað stuttligt fyri at varveita áhugan. Vant verður 2x40 min. um vikuna.
GUL 1: Byrjarir, grundvenjing 7-8 ár (fødd: 2017 og 2018)
GUL 2: Byrjarir, grundvenjing 8 ár og eldri (fødd: 2017 og eldri)
GUL 3: Vand, og byrjarir sum eru vanir við vatn 7-8 ár (fødd: 2017 og 2018)
GUL 4: Vand, og byrjarir sum eru vanir við vatn 7 ár og eldri(fødd: 2018 og eldri) kr. 1.700
GUL 5 (í Eysturskúlanum og/ella á Argjum) Kostnaður kr. 1.700 um árið
Lið fyri børn, sum eru frá 10-14 ár. Hetta eru lið fyri tey, sum ikki hava gingið til svimjing fyrr.
Her læra teygrundleggjandi teknikkir, m.a. anding og grovtekniskt at svimja crawl og rygg. Eisini
her er tað umráðandi at hava tað stuttligt fyri at varveita áhugan. Vant verður 1x55 min. um
vikuna.
GUL 5: Byrjarir, grundvenjing 10-14 ár (fødd: 2011-2015)

APPELSINGUL 1 (í Eysturskúlanum og/ella á Argjum) Kostnaður kr. 1.900 um árið
Lið fyri børn, sum eru 7 ár og eldri, og sum hava svomið við gulum liði í 2-3 ár og/ella eldri børn,
sum eru meldað til fyri fyrstu ferð, kunnu møguliga eisini fara á hesi liðini, um tey verða mett at
kunna fylgja við hinum. Hesi duga at flóta, og klára kanska at svimja eina longd.
Byrjunarteknikkurin til crawl- og/ella ryggsvimjing er komið uppá pláss. Tey flestu hava svomið
við gulum liði frammanundan, men eisini onnur, sum klára seg somikið væl, kunnu svimja á
appelsingulum liði. Hesi duga at taka ímóti og fylgja boðunum frá einum venjara. Vant verður
2x40 min. um vikuna. Ofta endar undirvísingin við spæli ca. 10-15 min., tí tað eisini her er sera
umráðandi at hava tað stuttligt.
APPELSINGUL 1: Vand 7 ár og eldri (fødd: 2018 og eldri)


GRØN 1 (í Eysturskúlanum og/ella á Argjum) Kostnaður kr. 1.900 um árið
Lið fyri børn, sum eru 8 ár og eldri, og sum hava svomið við HS fyrr á gulum ella appelsingulum
liði. Vant verður 2x40 min. um vikuna. Viðhvørt endar undirvísingin við spæli ca. 10-15 min., tí
tað eisini her er sera umráðandi at hava tað stuttligt. Hesi hava fingið meira av grovteknikkinum
– serliga til crawl og rygg - uppá pláss. Tey klára at svimja eina ella fleiri longdir crawl og/ella
rygg. Hesi duga at taka ímóti og fylgja boðunum frá einum venjara. Summir svimjarar á grønu
liðunum fáa møguliga tilboð um at luttaka í kappingum í 16m hyli – tað er tó altíð venjarin, sum
ger av, hvør er klárur til hetta, og boðar síðani foreldrunum frá stutt áðrenn kappingina. Tá tað
helst skal vera eitt positivt upplivilsi at luttaka í kappingum, er ikki vist, at øll verða mett egnaði í
senn. Tað er ikki krav at klára seg væl til kappingarnar, men eru tær enn bert fyri at læra seg at
fara til kapping.
GRØN 1: Roynd 8-11 ár (hava svomið minst 2-3 ár) (fødd: 2017 og eldri)

BLÁ 1 (í Eysturskúlanum og/ella á Argjum) Kostnaður kr. 2.050 um árið
Úttøka er til liðið, og tí kunnu øll ikki tekna seg. Tey bláu hava svomið eini 3 ár ella meira við
svimjiskúlanum, og á grønum ella appelsingulum liði. Tey klára at svimja fleiri longdir crawl og
rygg, og onkur evt. eisini bringu. Tey bláu luttaka í svimjikappingum eftir førleika, og vit vilja heita
á foreldur um at stuðla undir hesum, og fáa tey at luttaka. Vant verður 2x55 min. um vikuna.
Møguleiki er fyri at luttaka í onkrum kappingum í 16m hylum í Leirvík, Fuglafirði og á Toftum
(her er tó aldursmark uppeftir), evt. eisini til kappingar í 25m hylunum í Havn og í Klaksvík. Tað
er ikki eitt krav at luttaka, men tað er ein fyrimunur so svimjarin verður klárur at koma á
kappingarlið. Tað er ráðiligt at byrja so tíðliga sum gjørligt at svimja til kappingar, tí børn ofta
kunnu halda seg aftur, tá tey gerast eldri. Tað er ikki krav at klára seg væl til kappingarnar, men
eru tær enn bert fyri at læra seg at fara til kapping.
BLÁ: Roynd (úttøka)

FYRIREIKING: Kostnaður kr. 2.250 um árið
Liðið er fyri tey, sum hava svomið við grønum ella bláum liði. Luttikið verður í kappingum í
smærru 16m hylunum í Leirvík, Fuglafirði og á Toftum (her er tó aldursmark uppeftir), umframt í
25m hylunum í Havn og Klaksvík. Tað er ikki eitt krav at luttaka í kappingum, men tað er ein
fyrimunur at royna tað, so svimjarin verður klárur, tá hann kemur á kappingarlið.
Hesi klára seg rímiliga væl tekniskt (her skal tó líka skoytast uppí, at teknikkurin verður
fínjusteraður alla svimjukarrieruna), og er hetta tað liði, ið er beint áðrenn 4. lið, sum venur í
Gundadali, har tað er krav at møta upp til venjing og kapping. Sostatt kunnu tey á Fyrireiking
royna at venja seg til tey krøvini, sum fara at koma seinni, og ynskir HS tí, at øll hesi luttaka til
flestu svimjikappingarnar í Føroyum - eftir førleikanum hjá hvørjum einstakum.
REYÐ: Roynd (úttøka)
Nevndin hjá Havnar Svimjifelag pr. apríl 2025:
Formaður: Ian Salter
Næstformaður og kassameistari: Anna Maria Juul
Kassameistari 2: Tór Arni Samuelsen
Skrivari: Finnbjørg Nattestad
Nevndarlimir: Rita Heradóttir og Olivia Joensen
Svimjiskúlin – aðrar treytir: Svimjiárið er frá og við 8. september 2025 til og við 10.
apríl 2026:
Hvít, Gul og Appilsingul:
8. september-8. desember
5. januar-6. apríl
Grøn, Blá og Fyrireiking:
8. september-12. desember
6. januar-10. apríl
Og annars er eingin svimjing, tá fólkaskúlin hevur feriu, og teir dagarnar, tá skúlarnir
hvør í holdsport. Avlýsingar kunnu koma fyri, t.d. vegna sjúku o.a., og HS roynir vítt
møguligt at finna avloysarar, men er eingin trygd fyri hesum.
Annað: Í svimjiárinum skipar HS fyri ymiskum tiltøkum at savna pening inn til raksturin,
og nevndin er sera takksom fyri, at flest allir limir eru við til at rætta eina hjálpandi hond
í hesum sambandi. Alt arbeiði hjá felagnum verður annars gjørt ólønt, tó at venjararnir
fáa vanliga tímaløn til venjingarnar.
Facebook-bólkar: Tað verða seinni gjørdir bólkar á facebook, har alt samskifti verður
framyvir, so tað er týdningarmikið at tryggja tykkum, at tit eru við í einum av hesum
bólkunum.