Tilmelding Rita inn
  • Forsíða
  • Liðyvirlit
    Svimjiskúlin
    Hvít 1 Hvít 2 Ljósagul 1 Ljósagul 2 Gul 1 Gul 2 Gul 3 Gul 4 Gul 5 Appilsingul Grøn Blá
    Rørslulið
    Rørsla Premasters
    Kappingarlið
    1. lið 2. lið 3. lið 4. lið Fyrireiking
    Tilmelding/Registration Hvít - tilmelding Ljósagul - tilmelding Gul 1,2,3 - tilmelding Gul 4 - tilmelding Gul 5 - tilmelding Appilsingul - tilmelding Grøn - tilmelding Premasters - tilmelding Rørsla - tilmelding Hvílandi limir RIG 2026 - 23. til 26. januar 2026 Venjingarlega 27. til 29. desember
  • Kalender
  • Um okkum
    • Nevndin
    • Venjingarumstøður
    • Gamla heimasíðan
  • Met
  • Tíðindi

HS Arbeiðsbólkar (2025)

23. jan. 2025, kl. 11.06
2025-01-23 HS Arbeiðsbólkar.pdf

Sum flest onnur ítróttarfeløg eru nakrar uppgávur, sum skulu loysast, fyri at felagið skal kunna fungera. HS manglar at manna fleiri bólkar – um tú finnur ein, sum passar til tín, kanst tú senda boð umvegis holdsport, ella senda teldupost til [email protected], takk fyri.

“Um øll gera eitt sindur, sleppa nøkur frá at gera nógv”.

Allar uppgávurnar - undantikið venjarauppgávurnar - verða loystar av óløntum fólkum, og eru hesi fólkini sera virðismikil fyri felagið. Men vónandi minnast vit øll at siga ”Takk fyri” innímillum.

Bólkarnir hava nakrar væl útgreinaðar uppgávur. Tey, sum eru í bólkunum, avtala leiklutirnar sínámillum, og lættast er, at hvør ger somu uppgávu hvørja ferð. Men hvør bólkur skipar seg, sum tey halda vera frægast.

GG: Tey, sum hava ábyrgdina av hvørjum bólki, skulu ikki loysa allar uppgávur einsamøll. Tey hava nakrar ávísar uppgávur, og síðani hava tey ábyrgd av at samskipa og útdeila aðrar. Tá er sera umráðandi, at øll vit onnur traðka til við eini hjálpandi hond, og roynið at vera skjót at bjóða tykkum fram. Tó eigur tað at vera soleiðis, at minst ein úr bólkinum er til staðar.

Ofta verða uppgávurnar lagdar út á Holdsport. Og tað er so øgiliga deiligt hjá teimum, sum fyriskipa, tá uppgávurnar verða skjótt mannaðar - so er tað minni at stressast um 😊

Góður siður er, at fer man úr einum bólki, so finnur man onkran annan fyri seg.

Eitt afturat: HS roknar við, at minst eitt foreldur hjá hvørjum svimjara lærir seg at vera vendidómari osv. Og at øll royna sum mest at bjóða seg til minst eina uppgávu, tá okkurt er, soleiðis, at onnur ikki noyðast at taka fleiri uppgávur. 

Seinastu uppsløgini Allir
Kunning um svimjiskúlan
Kunning um svimjiskúlan
Árshjól 2025/2026
Árshjól fyri 2025
Venjingartíðir hjá Svimjiskúlanum 2023

Tíðindi og onnur kunning hjá Havnar svimjifelag inntil 2025 liggur á gomlu heimasíðuni https://www.havnarsvimjifelag....

Aðrar síður frá Holdsport