6. sep. 2026, kl. 13.22
Góðu tit øll – endiliga byrjar svimjing aftur. Tí í morgin, mánadag 7. september, byrja vit aftur at svimja í Ægir
Hygg í kalendaran og tú sær júst nær títt lið svimur.
Tá vit eru um 200 børn og ung, sum fara í hylarnar í Klaksvíkar svimjihøll hvønn mánadag, mugu vit ansa væl eftir hvørjum øðrum, og luta væl eftir venjarunum.
Hesi tingini minnast vit øll:
- Vit vaska okkum væl um allan kroppin, áðrenn vit fara í svimjihøllina
- Vit fara í hylin, tá venjarin sigur, at vit kunnu fara (ikki áðrenn)
- Vit tosa pent og vinarligt við hvønn annan
- Vit renna ikki í svimjihøllini
- Vit fara ikki í rutsjubánan (uttan at venjarin sigur at vit kunnu). Vit mugu heldur ikki ganga upp í sjálva økuna beinleiðis úr hylinum.
- Møtt verður rættstundis. Tað er uml. 5 -10 minuttir áðrenn svimjingin byrjar, so vit vaskaði standa klár á kantinum, tá venjingin byrjar.
Vit gleða okkum 😊