Á í kalendaranum síggjast svimjikappingar sum verða hildnar í Føroyum.
Í Ægir ynskja vit at luttaka í so nógvum kappingum sum møguligt, við so nógvum svimjarum sum møguligt. Tað kemur tó meir enn so fyri, at vit ikki náa hesum málinum, av tí at vit ikki hava nóg nógv fólk at stíla fyri og hjálpa til. Um tú hevur hug at bjóða teg fram, set teg so í samband við okkum.
At luttaka í svimjikappingum er ógvuliga stuttligt, og tí vilja vit fegin fáa tað at bera til.
Hent ráð í mun til kappingar
Stóran matpakka, um farið verður til Suðuroyar, annars okkurt lætt.
Svimjidrakt, svimjibuksur
Svimjibrillur x 2 stk., um tit eiga tvinni pør (ikki dykkarabrillur, sum dekka nøsina)
Næsaklemmur x 2 stk., um tit brúka slíkar, um tit eiga tvey pør (tey flestu brúka ikki)
2 handklæði – eitt at turka sær við millum kappingarnar og eitt tá kappingin er liðug, og tá tey fara í brúsu.
Inniskógvar til svimjihøll - klippklapp, um tey eiga.
Vatn og frukt um ein ynskir tað. Vanliga er ein kiosk í høllini har toast, sunkist og okkurt annað kann keypast (hetta verður notið eftir kappingina).
Onnur praktisk viðurskifti:
Ægir svimjihettur (vit taka við til tey, sum ikki hava fingið fyrr
Vit mæla til, at gentur við longum hári hava tað í elastikki.
Ægir klæði - Ægir blusu