Ægir

Tað fremsta málið hjá okkum í Ægir er at vit læra at svimja og hava tað stuttligt saman. Fyri at røkka hesum málinum, hava vit skipað Ægir í tríggjar svimjiskúlapartar.

1. Svimjiskúlin – vatngleði og tey fyrstu tøkini (8 lið)

2. Fyrireikingarskúlin – vatngleði, miðvísu tøkini og felagsskapurin (6 lið)

3. Kappingarskúlin – vatngleði, neyv tøk, vilji, úthaldni, hart arbeiði (4 lið)

Innan hesar tríggjar partarnar eru ymisk atlit, sum mugu takast fyri at røkka málinum: at læra svimja og hava tað stuttligt.


Vit, hini og svimjihøllin

- Vit tosa pent við hvønn annan og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum.

- Vit vaska okkum altíð um allan kroppin, áðrenn vit fara í hylin, og fylgja skilhaldsreglunum, sum eru galdandi í Klaksvíkar svimjihøll og øðrum hallum vit svimja í.

- Vit lurta og gera sum venjarin/svimjiskúlalærarin sigur.

- Vit gloyma ikki, at vit eru í Ægir tí vit vilja læra at svimja og hava tað stuttligt.

- Vit gloyma ikki, at onnur eisini eru í Ægir tí tey vilja læra at svimja og hava tað stuttligt – tí stuðla vit altíð hvørjum øðrum.

- Vit møta altíð stundisliga, á ávísum stað í høllini, sum svimjiskúlalærarin hevur útvalt, tá vit fara til svimjing hjá Ægir.

- Og vit bíða altíð til at fara í hylin til venjarin/svimjiskúlalærarin gevur okkum loyvi til tað.

- Vit fara væl um í svimjihøllini.

Kapping - menning

Øll kunnu hugna sær í eini svimjihøll, og tað stuðlar Ægir.

- Ægir er eitt svimjifelag og vilja vit fevna breiddina, men vit arbeiða miðsvíst við at gera góðar kappsvimjarar innan ymisku aldursbólkarnar.

- Fyri at gerast ein góður kappsvimjari krevst støðufesti, hugur, vilji og úthaldni.

- Tí hevur Ægir eisini nakrar ítróttarligar reglur, sum vit fylgja. Hesar nevna vit menningar-krøv (framtøku-krøv).

-Uppflytngarkrøvini/

Menningarskrøvini (frømtøkukrøvini) siga nakað um hvat stig á leiðini svimjarin er komin í mun til at náa eitt hægri lið at venja í. Ítróttarliga toymið hjá Ægir nágreinar hesi krøvini. Harafturat eru krøv um hugburð, vilja og uppmøting hjá einstaka svimjaranum.


Foreldur og avvarandi

- Í svimjiskjúlanum mugu foreldur/avvarandi læra síni børn at koma í svimjihøllina. Lata seg úr, vaksa sær og møta við hylin har skúlin verður hildin.

- Í fyrireikingarskúlanum verður væntað, at foreldur eru stuðlandi og byrja at hava áhuga fyri svimjingini, eru sinnað at læra og ynskja at hjálpa til til kappingar o.a.

- Í kappingarskúlanum verður væntað, at foreldur hjálpa til við heimligum kappingum í mun ymiskt praktiskt sum skal gerast, og nema sær neyðugar førleikar til at hjálpa sum hjálparfólk/dómarar/tíðtakarar/vendidómarar (Ægir skipar fyri 2 skeiðum á hvørjum ári).

Trygd

Vit skulu øll hava ein góða og trygga uppliving í svimjihøllini, tí raðfestir Ægir trygdina høgt.

Allir svimjilærarar hava eitt trygdarskeið, sum er ætlað til fólk, sum arbeiða í svimjihøllini. Skeiðið verður nevnt basin-prøvin. Á skeiðinum verða tey mest grundleggjandi viðurskiftini gjøgnumgingin, sum snúgva seg um trygd í Klaksvíkar svijmjihøll, og skulu luttakararnir klára ávísinar royndir í hylinum og á kantinum/landi.

Minst ein svimjilærari er fyri hvørji 12 børn. Málið er at tað er tveir svimjilærarar fyri hvørji 12 børn.


Kunning - hvat lið

Niðanfyri er yvirlit yvir lið og á hvørjum svimjiskúlaparti liðið er á. Fyri hvørt lið verður slóða til meira kunning, sum er hóskandi fyri svimjaran og foreldur/avvarandi á einstaka liðinum.

Spurningar – viðmerkingar

Spurningar skulu í mest møguligan mun stílast til svimjiskúlalæraran/venjaran. Situr tú við meira yvirskipaðum spurningum til arbeiðið í Ægir ella hevur viðmerkingar til tað vit gera, so frætta vit frá tær á [email protected]

Ægir

Ægir er svimjifelag, sum var stovnað í Klaksvík í 12 januar 1975. Ægir er heimahoyrandi í Klaksvík og er eitt av stóru svimjifeløgunum í Føroyum.

Nevndin
John D. Olsen
Danny O. Højsted
Jakobina Johannsen
Jan E. Petersen
Marianna Drenkstein Johannesen

Elin Vang, tiltakslimur

Eliesar Lydersen, tiltakslimur

Nikolina Gregersen, tiltakslimur

Tit kunnu senda teldupost til okkum á [email protected]
Rokningar o.l. skulu sendast til [email protected] 

Management

Members of the board can be viewed on this page.

Der er i øjeblikket ikke nogle fremhævede profiler