Tilmelding Log på
  • Forside
  • Holdoversigt
    Gentur
    U7 Gentur U9 Gentur U11 Gentur U13 Gentur U16 Gentur
    Dreingir
    U7 Dreingir U8 Dreingir U9 Dreingir U11 Dreingir U13 Dreingir U15 Dreingir U18 Dreingir
    Kettlingar U21 Dreingir 2. deild menn 1. deild kvinnur Meistaradeildin Heilsufótbóltur OldBoys Old Girls Test Hold Meiravenjing FSF 2013 EYKA-VENJING
  • Kontakt os
  • Om os
  • Kalender

🏃‍♀️🏃 KLÁR TIL STUÐULSRENNING HJÁ AB?

3. sep. 2026, kl. 21.33

Hey øll AB-børn og foreldur!

Tann 16. september fara vit at hava stuðulsrenning til frama fyri barna- og ungdómdeildina hjá AB 🙌

Tit børn: Uppgávan hjá tykkum er fyrst at finna stuðlar og síðani at renna so langt, tit eru ment í 30 minuttir. 💨

Tit foreldur: Hjálpið børnunum at finna stuðlar – familju, vinir, grannar, arbeiðspláss og onnur, sum vilja stuðla AB og okkara ungdómsarbeiði.

Stuðlast kann við einari ávísari upphædd fyri hvønn metur, barnið rennur, ella við einari fastari upphædd.

🍕 Og vit hava eitt sindur eyka at kappast um!

🏆 Liðið, sum savnar mest pening, vinnur eitt pizzakvøld!

🏆 Liðið, sum rennur longst tilsamans, vinnur eitt pizzakvøld!

Og sjálvandi skulu øll hava nakað burturúr:

🥤 Øll børnini fáa ókeypis slush-ice á rennidegnum!

So børn: fáið stuðlarnar upp á pláss og renniskógvarnar fram! 👟

📅 16. September kl 17.00

⏱️ 30 minuttir

🍕 Tvey pizzakvøld at vinna

🥤 Slush-ice til øll børnini

Vit vóna, at tit øll taka væl undir við stuðulsrenningini og hjálpa okkum at gera hetta til ein stuttligan og góðan AB-dag!

Koyr AB!

Stuðulsrenning.pdf

De seneste nyheder Alle
3. sep. 2026, kl. 21.33
🏃‍♀️🏃 KLÁR TIL STUÐULSRENNING HJÁ AB?
Hey øll AB-børn og foreldur! Tann 16. september fara vit at hava stuðulsrenning til frama fyri barna- og ungdómdeildina hjá AB 🙌 Tit børn: Uppgávan hjá tykkum er fyrst at finna stuðlar og síðani at renna so langt, tit eru men...
30. aug. 2026, kl. 22.37
TILBOÐ UM EYKA-VENJIMG
Góðu spælarar og foreldur. Nú er tíðin aftur komin til, at AB bjóðar eykavenjing. Eins og í vár verður tað Jasper, sum kemur at standa fyri eykavenjingini. Jasper bjóðar miðvísa fótbóltsvenjing fyri gentur og dreingi...

Argir Bóltfelag

Reynsgøta 2 A

160 Argir

[email protected]

12345678

Andre sider fra Holdsport