Góðu spælarar og foreldur.
Nú er tíðin aftur komin til, at AB bjóðar eykavenjing.
Eins og í vár verður tað Jasper, sum kemur at standa fyri eykavenjingini.
Jasper bjóðar miðvísa fótbóltsvenjing fyri gentur og dreingir í U9–U13, við denti á tøkni, sjálvsálit og spælifatan.
Jasper skrivar:
„Eykavenjing er fyri tey, sum ynskja at menna seg meira afturat vanligu liðvenjingunum.
Venjingin tekur støði í støðnum hjá tí einstaka spælaranum og hevur serliga fokus á at betra um grundleggjandi teknisku førleikarnar hjá spælaranum.
Í hesum tíðarskeiðinum verður arbeitt við at kenna, duga og meistra hesar grundleggjandi teknisku førleikarnar:
Eg vóni at síggja nógv kend andlit frá seinasta skeiði, annars eru øll hjartaliga vælkomin til at royna eykavenjing.
Eykavenjingin kostar 350 kr. fyri hvønn spælara. Fyrir henda kostnaðin bjóða vit 7 venjingar.
Fyrsta venjingin verður í viku 35, og tann síðsta verður í viku 41.
Venjingar tíðinar vera hesar:
Tilmelding: fylg hesi leinkju: 👉 EYKA-VENJING
Vit gleða okkum til at bjóða øllum spælarum góða og mennandi eykavenjing.
Vinarliga
AB og Jasper