Klaksvíkar Badmintonfelag

Um felagið

Vit eru eitt badmintonfelag, sum bjóðar børn, ung og vaksin møguleikan at spæla badminton í einum góðum og hugnaligum umhvørvi.

.

Endamál

  • At menna og fremja badminton sum ítrótt í nærumhvørvinum.
  • At bjóða venjing og kappingar til børn, ung og vaksin á øllum stigum.
  • At skapa ein góðan og virknan felagsskap við trivnaði, virðing og samanhaldi.
  • At menna leikarar bæði ítróttarliga og sosialt.
  • At samstarva við foreldur, sjálvboðin og onnur feløg fyri at styrkja badmintonítróttina.

Ert tú limur? Trýst á Limaportalin fyri at síggja venjingartíðir, boð, tiltøk og aðra innanhýsis kunning.

Leiðsla

Leiðsla og nevndin hjá felagnum 

Eydna Festirstein
Olga Maria Gullaksen
Lena Maria Joensen
Margith Latupeirissa
Maria Joensen