Tilmelding Log på
  • Forsíða
  • Venjingartíðir/Tilmelding
    • KBF - Lið 1
    • KBF - Lið 2
    • KBF - Lið 3
    • KBF - Lið 4
  • Um KBF
  • Samband

Broyttar venjingartíðir í samband við at gólvi verður skift í Badmintonhøllini

8. okt. 2026, kl. 00.00

Kæru limir 🏸

Vit vilja kunna tykkum um, at gólvið í Badmintonhøllini skal skiftast. Arbeiðið fer fram í tíðarskeiðinum 12.–22. oktober, og tí verða nakrar broytingar í venjingunum hesar dagarnar.

Vit hava fingið tímar í KÍ-høllini, so tað ber framvegis til at venja í hesum tíðarskeiðinum. Fyri at fáa venjingarnar at ganga upp, verða holdini tó løgd saman soleiðis:

  • Hold 1 og 2 venja saman
  • Hold 3 og 4 venja saman

Hesar venjingarnar eru fyribils lagdar soleiðis:

📅 Mánadag 12 og 19. oktober

  • Kl. 18.30 – Lið 1 og 2
📅 Mikudagin 14 og 21. oktober
  • Kl. 13.00 – Lið 3 og 4
  • Kl. 20.00 – Lið 1 og 2
📅 Hósdagin 15 og 22. oktober
  • Kl. 18.30 – Lið 1 og 2
📅 Fríggjadagin 16. oktober
  • Kl. 20.30 – Opin tími fyri øll

Hetta er galdandi í tíðarskeiðinum 12.–22. oktober. Venjingartíðirnar síggjast eisini á Holdsport.

Vit vóna, at øll taka væl ímóti hesum broytingum, og at vit saman fáa nakrar eyka stuttligar og góðar venjingar nú holdini venja saman.

Vit gleða okkum eisini til at fáa nýggja gólvið í Badmintonhøllini, so vit aftur kunnu venja undir vanligum umstøðum. 🏸🙌

De seneste nyheder Alle

Klaksvíkar Badmintonfelag

Bøgøta 9

700 Klaksvík

[email protected]


Andre sider fra Holdsport