Fyrireikingarlið er fyri tey, sum vilja læra eitt amboðsfimleik frá grundini. Ætlanin er, at íðkarir á fyrireikingarliðnum einaferð koma á kappingarlið. Amboðsfimleikur er ein blanding av styrki, smidleika, venjing av elementum og stuttleika. Amboðini hjá gentum, sum vit fara at venja, eru gólv, biti, lop og barr. Vit venja 2 ferð um vikuna, ávíkavist 1½ og 1 tíma í FIMI.
Venjingarnar eru mánadagar kl. 16:30-17:30 og leygardagar kl 15-16:30.