Um 3 dagar fer eitt serligt kappingarár í gongd hjá EB.
Tá Ítróttahøllin kom í 2003, byrjaði hondbólturin spakuliga at koma fyri seg aftur á Eiði. Síðani er nógv hent, og serliga hevur nógv verið lagt fyri í arbeiðinum við børnum og ungum.
Í 2019 skrivaði EB, at arbeiðið skuldi “leggja lunnar undir, at EB aftur verður fastur partur av vaksnamannadeildunum.”
Tvey ár seinni vóru kvinnurnar komnar upp í bestu deildina at spæla, og nú, sjey ár seinni, eru vit komin enn eitt fet víðari.
Í ár hevur EB fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð, bæði kvinnur og menn í bestu deildini. Kvinnurnar fara aftur í ár at umboða EB í SMS-deildini, og menninir fara at royna seg í Burn-deildini.
So tað er nógv at gleða seg til komandi kappingarár. Vit vóna eisini, at nógv fólk fara at leggja leiðina í høllina og stuðla okkara liðum.
Koyr á, EB ![]()
![]()