Heiðurslimir

Heiðurslimir

Føroyingafelagið í Aalborg hevur í gjøgnum árini heiðrað nevndarlimum, oddafólki og øðrum sonnum eldsálum fyri trúfastan limaskap, drívmegi og ómetaligt íkast í felagnum. Føroyingafelagið sýnir størstu viðurkenning og takksemi til heiðurslimirnar í felagnum. Heiðurslimirnir síggjast niðanfyri.

Martin Didriksen

Stutt um

Martin er 26 ára gamal, f. 1994, og uppvaksin á Skála. Altíð havt áhuga fyri tí sosiala millum føroyingar, og tískil var tað eisini við tí fyri eyga at hann stillaða upp á aðalfundinum 2017 – Hann kom so syngjadi inn í nevdina! Hann hevur arbeitt støðugt við lýsingartilfari og heimasíðuloysn fyri Føroyingafelaginum, og umbygging av Álastovu m.a. barr o.s.fr. Til tey ymsu tiltøkini skal ikki nógv til áðrenn gittarin spælur góðan felagssang saman við fjøldini – hetta er nokk eitt eyðkenni hjá honum.

Lesandi á Aalborg Universiteti og búsitandi í Aalborg tók hann tí avgerð:

“Um eg ynski broyting í Føroyingafelaginum… So noyðist eg fyrst og fremst at gera nakað við tað sjálvur!”

 

Hann vil tískil mæla øllum til at royna lívið sum sjálvboðin fyri Álaborg. Tað er ótrúliga stuttligt, mennandi og læruríkt!

 

Heiðurslimur í 2021

Trúgvur og drúgvur limur, nevndarlimur, hjálparfólk og nú heiðurslimur.

Martin hevur, síðani hann flutti til Aalborg í 2015, verið fastur táttur av Álaborg familjuni og virkseminum, og hevur hann verið við til at menna felagið til tað, vit í dag kenna sum Álaborg. Frá óteljandi veitslum og tiltøkum við gittarspæli, undirhaldi og vertskapi; til heimasíðu og teldupostaskipan, ið hann sjálvur hevur forritað; og við ótroyttiligum ágrýtni hevur hann bygt – bókstaviliga bygt barr og bát – og givið seg sjálvan til felagið, so at hansara fingramerki eru at kalla allastaðni.
Felagið ynskir við hesum heiðursbrævi at takka Martini fyri trúfesti og tað tænandi lyndi, ið hann hevur givið seg til felagið við. Felagið takkar ríkiliga fyri og ynskir Martini bestu eydnu framyvir.

Kára Veirum

Stutt um

Kára er 47 ára gomul og er okkara longst sitandi nevndarlimur. Kára flutti til Danmark í 1991 í samband við skúlauppihald á Hammer Bakker í Vodskov. Í 1993 fór hon á húsarhaldsskúla. Eftir loknan lestur flutti Kára til Aalborg, har hon fekk arbeiði á pedagogskúlanum, tað sum í dag eitur UCN. Kára hevur arbeitt á UCN síðani 1995.

Kára hevur síðani hon flutti til Aalborg havt hug at koma í nevndina, men dreymurin gjørdist ikki veruleiki fyrr enn til aðalfundin í 2014 tá hon stillaði upp og varð vald inn. Kára hevur sostatt sitið í nevndini í samfull 5 ár. Í 2019-2020 var Kára tiltakslimur í felagnum, og í 2021 var hon aftur vald inní nevndina, og situr hon tískil sína sættu setu í løtuni. Hennara hjartamál er, at fáa so nógvar limir í Føroyingafelagið, sum gjørligt. Harafturat hevur hon stóran áhuga í at skipa fyri tiltøkum.

 

Heiðurslimur í 2020

Trúfastur limur, nevndarlimur, hjálparfólk, tiltakslimur og nú heiðurslimur.

Kára hevur verið trúfastur limur í Álaborg síðani 90’ini, og hevur hon altíð verið skjót og røsk at hjálpa til í felagnum. Kára sat í nevndini 2014-2019 og er sostatt longstsitandi nevndarlimur í Álaborg. Gjøgnum lætta lyndið á Káru lýsir eldsál hennara. Kára brennir fyri føroyingafelagnum, og eitt av hjartamálum hennara er at fáa so nógvar limir í føroyingafelagið í Aalborg sum gjørligt.

Felagið ynskir við hesum heiðursbrævi at takka Káru fyri trúfesti og tær megnar íløgur, sum hon leggur í felagið. Felagið takkar fyri samstarvið og vónar, at hetta góða samstarv heldur fram.

Billede

Der er i øjeblikket intet billede tilgængeligt

Magnus Pauli West

Stutt um: 

Magnus Pauli er 29 ára gamal og ættaður av Tvøroyri. Hann flutti til Aalborg í august 2014 í samband við lesnað á Aalborg Universitet.

Magnus Pauli hevur lisið International virksomhedskommunikation, Engelsk, á Aalborg Universitet og bleiv bachelor í summar 2017. Í løtuni er Magnus Pauli í gongd við sína kandidat í Culture, Communication and Globalization. Áðrenn Magnus Pauli flutti til Aalborg arbeiddi hann á TAKS.


Heiðurslimur í 2018:
Skrivari 2015 og formaður 2016-2017. Magnus Pauli fekk m.a. felagið úr skuld og var formaður, tá felagið fór frá at hava 107 limir í 2016 til 240 í 2017, sum var metár. Felagið vil við hesum heiðursbrævi takka Magnusi Paula fyri hansara fantastisku drívmegi og alla ta orku, hann hevur lagt í felagið.

Føroyingafelagið takkar somuleiðis fyri gott samstarv og ynskja Magnus Paula bestu eydnu í framtíðini.

Der er i øjeblikket intet billede tilgængeligt

Jóannes Nolsøe

2019
Organistur føroyingafelagsins og álítandi limur. Jóannes hevur leingi stuðlað føroyingafelagnum í Aalborg og hevur hann lagt nógva fyrireiking og tíð í felagið. Hóast langa teinin allan vegin úr Skagen, so møtir hann trúfastur upp til tiltøk hjá felagnum.
Veitslurnar eru ikki tað sama uttan Jóannes, og vit gleðast um teirra luttøku og íkast til veitslurnar og tiltøkini. Felagið vil við hesum heiðursbrævi takka Jóannesi fyri hansara áhaldandi orku og jaliga lyndi. Vit takka somuleiðis fyri gott samstarv og vóna at góða samstarvið heldur áfram.

Der er i øjeblikket intet billede tilgængeligt

Lisbeth Solmunde Michelsen

Heiðurslimur í 2019:
Prestur føroyingafelagsins og trúfastur limur. Lisbeth hevur í áratíggju stuðlað føroyingafelagnum í Aalborg. Hon hevur eisini havt ein virknan leiklut í felagnum og hevur hjápt til at fyrireika ymisk tiltøk í felagnum. Lisbeth hevur lagt nógvar arbeiðstímar í felagið og hevur tað altíð verið ein fragd at verið áhoyrari til hennara gudstænastur, sum ikki uttan orsøk er eit tað besta tiltakið, sum felagið skipar fyri.
Felagið vil við hesum heiðursbrævi takka Lisbeth fyri tær megnar íløgur, hon hevur lagt í felagið, og vit gleðast um, at hon altíð er at heita á, skuldi man trongt til eina hjálpandi hon. Vit takka somuleiðis fyri gott samstarv og vóna at góða samstarvið heldur áfram.

Der er i øjeblikket intet billede tilgængeligt

Hjørleif Splidt

Hjørleif var í nógv ár nevndarlimur í felagnum og var tað gjøgnum sítt arbeiði fyri felagið, at hann gjørdist heiðurslimur. Seinnu árini gjørdi hann mest um seg á veitslunum, har hann dúgiliga og trúfastur var skeinkjari. Við sínum skálkabrosi og stilla lyndi tók hann væl ímóti gestunum. Hjørleif var tann fyrsti til allar veitslurnar og á veitslugólvunum sleit hann sínar skógvar, og tá veitslurnar endaðu, var hann tann seinasti sum fór heim. Hjørleif var eisini sera virkin í byrjanini til fyrireikingarnar til Álastevnuna, tá Føroyingafelagið gjørdist 40 ár. Sjálvur var Hjørleif í nevndini, tá felagið hátíðarhelt 25 ára dagin, og var tað við hesum sum íblástur, at fyrstu fyrireikingarnar til Álastevnuna vóru bygdar á. Eisini hjálpti Hjørleif til, tá søgan um felagið skuldi skrivast. Við sínum endurminningum og sambandi til fyrrverandi nevndarlimir, gjørdist tað møguligt at skjalfesta søgur og hendingar hjá felagnum, áðrenn tær fóru í gloymibókina.

Við hesum vil Føroyingafelagið í Aalborg takka Hjørleif fyri tað, hann hevur givið felagnum, og at lýsa frið yvir honum.

Der er i øjeblikket intet billede tilgængeligt

Hervør Hammer

Hervør Hammer hevur verið nevndarlimur í felagnum í áratíggir. Hon flutti niður í 1958 og var við í nevndini í felagnum, sum var stovnað í 1965. Síðani tá hevur Hervør ávíkavist verið limur og nevndarlimur í felagnum fram til eina ferð í 00’unum. Hervør hevur síðani tá ikki havt nógv tilknýti til felagið, eftirsum virksemið fall og samskiftið bleiv digitaliserað.

Í samband við at nevndin í føroyingafelagnum í 2017 hevði ætlanir um at fáa søgu felagsins niðurskrivaða, bleiv gjørt vart við Hervør og virkið hennara í felagnum. Táverandi nevnd setti seg síðani aftur í samband við hana. Tað var í hesu samrøðu, at føroyingafelagið varð gjørt vart við alt arbeiðið, ið Hervør hevði gjørt fyri felagið og at hon eisini var heiðurslimur í felagnum. Nú eru Hervør og Álaborg loksins sameind aftur, og Hervør hevur síðani luttikið á tiltøkum í felagnum.

Hervør minnist aftur á tíðina í felagnum sum eina góða og stuttliga tíð, har hon hevur knýtt bond við nógvar føroyingar, eitt nú Knud Knudsen, Mogens Egholm, Peter Hans Winthereik, Rannvá Hollænder, Paula Andreassen, Jari Lykke, Christu Blaasvær, Ása Andreassen v.m. Hervør hevur veruliga verið við at hildið felagnum uppi í nógv ár, og tað eru júst fólk sum hon, sum eiga lívið í feløgum. Uttan slíkar eldsálir eru feløg eins og Føroyingafelagið lítið verd.

Felagið vil takka Hervør Hammer fyri trúfesti og gleðist um at síggja hana aftur í felagnum.

Der er i øjeblikket intet billede tilgængeligt

Erik Ludvigsen

Erik var millum tey, ið stovnaðu Føroyingafelagið í Aalborg og tey síðstu árini var hann fastur gestur á veitslunum hjá Føroyingafelagnum. Erik gjørdist heiðurslimur fyri trúgva arbeiðið sítt fyri útisetar og Føroyingafelagið í Aalborg.

Erik var ættaður úr Tórshavn men búsitandi í Aalborg til hann andaðist 2. august, 92 ára gamalur.

Der er i øjeblikket intet billede tilgængeligt

Der er i øjeblikket intet billede tilgængeligt