Tilmelding Log på
  • Heim
  • Kalender
  • Um Felagið
    • UmFelagid
    • Viðtøkur fyri Álaborg
    • Roknskapur
    • Heiðurslimir
    • Nevndin
    • Fyrrverandi nevndir
  • Limir
  • Sjálvboðin

Annika Í Jákupsstovu: strævi men stuttligt og gevandi.

3. maj. 2022, kl. 21.06

Annika Í Jákupsstovu: strævi men stuttligt og gevandi.

Hey! Eg eiti Annika í Jákupsstovu, eri 23 ár og lesi Erhvervsøkonomi, HA, á 4. semestri.

Eg stillaði upp til nevndarvalið í 2021/22, tí eg ynskti at møta nýggjum fólki og hjálpa við at styrkja um samanhaldið millum føroyingar í Norðurjyllandi. Hetta nevndarárið havi eg sitið sum skrivari í nevndini og tók eisini tittulin sum næstforkvinna á meg, tá vit skiftu forkvinnu/formann mitt í nevndarárinum. Mínar uppgávur í nevndini hava verið at:
– Skriva fundarfrásagnir og innkalla til fundir
– Skráseta limir
– Skipa fyri tiltøkum
– Bóka hallir til ítróttarvirksemi
– Keypa inn til barrina

Eg má viðganga, at nevndararbeiðið til tíðir hevur verið strævið, men tað skal eisini sigast, at eg havi lært ómetaliga nógv seinasta árið, sum eg ikki vildi verið fyri uttan! Eisini hevur tað verið sera stuttligt og gevandi at sæð góðu undirtøkuna til ymisku tiltøkini, sum vit hava skipað fyri, og at fáa góðar afturmeldingar frá limum 

Um tú hevur ein lítlan nevndarlim í búkinum, vil eg tí eggja tær til at stilla upp til nevndina á aðalfundinum 5. mars kl. 11 

De seneste opslag Alle

Føroyingafelagið í Aalborg


Mylius Erichsens Vej 165A

9210 Aalborg SØ

alaborg@alaborg.fo

CVR-nummar: 30166469

Andre sider fra Holdsport
  • Kontingent af Holdsport