ÍA hevur sett Helga Justinussen sum nýggjan barna- og ungdómsvenjara fyri kappingarárið 2024/25.
Helgi er ikki ókendur í felagnum, hann hevur børn sum spæla í felagnum, og hevur hann seinastu árini verið fúsur við eini hjálpandi hond bæði til venjingar, dystir, við dómaraborðið og við øðrum uppgávum.
Helgi hevur spælt hondbólt øll barna- og ungdómsárini, bæði í Føroyum og í Danmark. Harumframt hevur hann í fleiri ár verið bæði leikari, venjari og nevndarformaður í ítrottarfelagnum ÍF Føroyar í Keypmannahavn.
Høvuðsvenjarin fer at skipa dagligu venjingarnar, og arbeiða fyri at allir okkara leikarar mennast og fáa møguleika at kenna seg sum partur av felagnum. Høvuðvenjarin fer eisini, saman við nevndini, at ganga á odda fyri at skapa eitt jaligt, mennandi og savnandi ítrottarumhvørvi fyri leikarar og foreldur á Argjum.
Vit gleða okkum til samstarvið við Helga Justinussen og ynskja honum góða eydnu í starvinum.