Tilmelding Log på
  • LIÐYVIRLIT
    Gentur & dreingir
    Mini hondbóltur  U6 (0. flokkur) U7 (1. flokkur) U8 (2. flokkur)
    Dreingir
    U9 Dreingir U10 Dreingir U12 Dreingir U14 Dreingir
    Gentur
    U9 Gentur U10 Gentur U 12 Gentur U14 Gentur
    Vaksin
    1. deild menn 1. deild kvinnur 2. deild menn 2. deild kvinnur Hondbóltfitness
  • VENJINGARTÍÐIR
  • KALENDARI
  • STUÐLAR
  • FELAGIÐ
    • NEVNDIN
    • SJÁLVBOÐIN
    • GRUNDVØLLUR
    • VIÐTØKUR
    • SØGAN
    • TILMELDING

ÍA-klæðir í Kenya

21. aug. 2024, kl. 19.20

Í Kenya kanst tú í dag síggja barna- og ungdómslið spæla í ÍA- búnum. Sólgerð Joensen, ið hevur verið nevndarlimur í nøkur ár, er í løtuni í starvsvenjing saman við Heidi Mariu Akselsen og Anitu Hansen í Kenya.


Tær eru staddar nakað uttan fyri Nairobi, sum er høvuðsstaður í Kenya, í samstarvi við ÍA og B36 høvdu tær við sær spælaraklæði, sum ikki blivu brúkt longur. Eisini vóru fótbóltar frá 07 Vestur.

- Her á leiðini er tað mest rugby, fótbóltur og hockey sum tey spæla. Gomlu klæðini hjá teimum vóru sera slitin, heldur ikki vóru allar troyggjurnar eins.


So tit kunnu ætla, at tey vóru fegin um at fáa øll klæðini, sum vit høvdu við okkum, sigur Sólgerð.

- Tað varð sera rørandi at síggja, hvussu glað og takksom tey vóru, vit tríggjar eru sera fegnar um stuðulin, sum tey føroysku feløgini hava veitt okkum í hesum, sigur Sólgerð Joensen.


-Somuleiðis eru vit í ÍA, eisini sera fegin um at vit kundu gera ein góðan mun fyri hesi børn. So rørandi og stuttligt at síggja hvussu fegin børnini eru á myndunum sum Sólgerð hevur sent okkum. Vit vilja takka Sólgerð, Heidi Mariu og Anitu fyri hetta góða átak og ynskja teimum eina framhaldandi góða og læruríka ferð í Kenya.






De seneste nyheder Alle
Foreldrafundur um Dronninglund Cup 2026
Mánadagin tann 1. desembur kl. 19.00 - 20.00 verður kunnandi fundur um Dronninglund Cup í Miðrók í Skúlanum á Argjahamri.Kunningin er viðkomandi fyri foreldur at spælarum í U9 - U14, og tað er týdningarmikið at møta upp, um man ætl...
Limadagur 10. nov
Minnist til limadagin mánadagin 10. nov. frá kl. 16-18 í Miðrók í Skúlanum á Argjahamri. Allir limir, sum hava goldið limagjald, fáa eina limablusu og tilboð uppá klæðir, bólt og tasku hendan dagin Kunnandi foreldrafundur verður...
Aðalfundur
Tað verður við hesum lýst til aðalfund hjá ÍA mikudagin tann 27. august kl. 19.00 í Skúlanum á Argjahamri. Skráin er hendan: Val av fundarstjóra og skrivara Frásøgn nevndarinnar Framløga av grannskoðaðum roknskap...

Ítróttarfelagið Argir

Viðargøta 31

160 Argir

[email protected]

12345678

Andre sider fra Holdsport