Tilmelding Log på
  • LIÐYVIRLIT
    Gentur & dreingir
    Mini hondbóltur  U6 (0. flokkur) U7 (1. flokkur) U8 (2. flokkur)
    Dreingir
    U9 Dreingir U10 Dreingir U12 Dreingir U14 Dreingir
    Gentur
    U9 Gentur U10 Gentur U 12 Gentur U14 Gentur
    Vaksin
    1. deild menn 1. deild kvinnur 2. deild menn 2. deild kvinnur Hondbóltfitness
  • VENJINGARTÍÐIR
  • KALENDARI
  • STUÐLAR
  • FELAGIÐ
    • NEVNDIN
    • SJÁLVBOÐIN
    • VENJARASPÍRAR
    • DÓMARAR
    • GRUNDVØLLUR
    • VIÐTØKUR
    • SØGAN
    • ÁRSHJÓL
    • ÁRSINS LIÐFELAGI
    • DRONNINGLUND CUP
    • TILMELDING
    • TRYGGING

Aðalfundur

10. sep. 2025, kl. 15.16


Tað verður við hesum lýst til aðalfund hjá ÍA mikudagin tann 27. august kl. 19.00 í Skúlanum á Argjahamri.



Skráin er hendan:

  • Val av fundarstjóra og skrivara
  • Frásøgn nevndarinnar
  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi
  • Innkomin mál
    • Broytingar í viðtøkum felagsins
  • Ásetan av limagjaldi
  • Val av nevndarlimum og tiltakslimum
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt

Mál til viðgerðar skulu latast nevndini átta dagar áðrenn aðalfundin við at senda teldupost til [email protected]

Undir Innkomin mál, hevur nevndin eitt mál á skrá, sí niðanfyri.


Møtið fjølment!

Vinarliga

Nevndin

Innkomin mál:

Nevndin hevur sent inn mál um uppskot til 6 broytingar í viðtøkum felagsins. Talan er hesar broytingar:


1.

Grein 2, stk. 3: Nevndin mælir til, at orðingin ”Limagjald verður av aðalfundi felagsins ásett fyri hvørt roknskaparár” verður broytt soljóðandi: ”Nevndin ásetur á hvørjum ári limagjaldið fyri ymsu deildirnar”


2.

Grein 3, stk. 3: Um undirtøka er fyri broytingunum í punkt 1, mælir nevndin til at orðingin ”4. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár” verður strikað.


3.

Grein 4, stk. 1: Nevndin mælir til, at orðingin ”Til at stjórna felagnum, velur aðalfundurin eina nevnd uppá 3 og 5 limir.” verður broytt til: ”Til at stjórna felagnum, velur aðalfundurin eina nevnd uppá millum 5 og 7 limir og 2 – 4 tiltakslimir”


4.

Grein 4, stk. 1; Nevndin mælir til, at orðingin ”Nevndin verður vald fyri eitt ár í senn, og fer frá samlað á tí vanliga aðalfundinum. Afturval er loyvt.” verður broytt til: ”Nevndarlimir verða valdir á aðalfundinum fyri 2 ár í senn. Valdir verða 3-4 limir annaðhvørt ár og 2-3 limir annaðhvørt ár. Afturval er loyvt.” Nevndin skjýtur upp, at hetta fær virknað beinanvegin, og at tað í 2025 verður skipað soleiðis, at teir nevndarlimir, sum standa fyri afturvali, sita eitt ár, og standa aftur fyri afturvali í 2026, meðan nýggir nevndarlimir sita í tvey ár og standa fyri afturvali í 2027.


5.

Grein 4, stk. 1: Nevndin mælir til, at orðingin ”Nevndin velur sínámillum formann, kassameistara og skrivara sín.” verður broytt til: ”Nevndin skipar seg sjálv við forfólki, næstforfólki, kassameistara og skrivara. Nevndin kann seta kassameistara uttanfyri nevndina, nevndin er eisini heimilað at seta og avtaka samskiparar og smærri undirnevndir at skipa fyri virksemi í felagnum.


6.

Nevndin mælir til, at heitið ”Nevnd” í viðtøkunum verður broytt til ”Aðalnevnd”. Hetta fyri at tryggja, at bland ikki kemur í heitini, um undirnevndir verða settar.


De seneste nyheder Alle
Kári Nielsen og Birgir Hansen settir at menna barna- og ungdómshondbóltin á Argjum
Fáir venjarar hava sett so týðilig fingramerki á føroyskan hondbólt sum Kári Nielsen og Birgir Hansen. Fyrrverandi landsliðsvenjararnir hava gjøgnum nógv ár verið við til at menna leikarar, venjarar og feløg í Føroyum, og nú hava te...
Ólavsøkuskrúðgongan 2026
Nú nærkast Ólavsøkan, og vit fara sjálvandi at luttaka í skrúðgonguni tann 28. juli.Vit gleða okkum, og vóna at síggja nógvar leikarar og venjarar ganga lið um lið undir ÍA- merkinum.Vit vera í ÍA-klæðum, men hava eisini nakrar spæl...
Limadagur 10. nov
Minnist til limadagin mánadagin 10. nov. frá kl. 16-18 í Miðrók í Skúlanum á Argjahamri. Allir limir, sum hava goldið limagjald, fáa eina limablusu og tilboð uppá klæðir, bólt og tasku hendan dagin Kunnandi foreldrafundur verð...

Ítróttarfelagið Argir

Viðargøta 31

160 Argir

[email protected]

12345678

Andre sider fra Holdsport
  • Info om Ítróttarfelagið Argir