Tilmelding Log på
  • LIÐYVIRLIT
    Gentur & dreingir
    Mini hondbóltur  U6 (0. flokkur) U7 (1. flokkur) U8 (2. flokkur)
    Dreingir
    U9 Dreingir U10 Dreingir U12 Dreingir U14 Dreingir
    Gentur
    U9 Gentur U10 Gentur U 12 Gentur U14 Gentur
    Vaksin
    1. deild menn 1. deild kvinnur 2. deild menn 2. deild kvinnur Hondbóltfitness
  • VENJINGARTÍÐIR
  • KALENDARI
  • STUÐLAR
  • FELAGIÐ
    • NEVNDIN
    • SJÁLVBOÐIN
    • VENJARASPÍRAR
    • DÓMARAR
    • GRUNDVØLLUR
    • VIÐTØKUR
    • SØGAN
    • ÁRSHJÓL
    • ÁRSINS LIÐFELAGI
    • DRONNINGLUND CUP
    • TILMELDING
    • TRYGGING

ÍA sett nýggjan høvuðsvenjara

1. aug. 2025, kl. 23.49


ÍA hevur sett Martin Damgaard sum nýggjan høvuðs barna- og ungdómsvenjara fyri kappingarárið 2025/26. Venjarin fer harumframt at hjálpa til hjá 1. deild monnum.


Martin hevur DHF Børnetræneruddannelsen, umframt fleiri onnur venjara modul og viðkomandi skeiðir. Hann er komin inn á donsku talentvenjaraútbúgvingina hjá DHF, sum hann fer at taka komandi árið, meðan hann er í Føroyum. Martin hevur verið venjari síðan 2011, og hevur royndir við at venja alt frá Mini til U19. Síðan 2021 hevur Martin verið venjari í KLG Håndbold, har hann hevur vant G15, D15 og D19 í bæði A og B rækken.


KLG Håndbold vann í 2019 "Antibulli Håndbold Prisen”. Mikkel Hansen segði m.a. í sambandi við handanina: “KLG står for Kammeratskab, Leg og Glæde. De tre nøgleord beskriver, hvordan klubben tænker og agerer. De har formået at skabe en ungdomsafdeling, hvor der er plads til alle – uanset niveau og ambitioner.”

Høvuðsvenjarin fer at skipa dagligu venjingarnar, og arbeiða fyri at allir okkara leikarar mennast og fáa møguleika at kenna seg sum partur av felagnum. Høvuðvenjarin fer eisini, saman við nevndini og hjálparvenjarum, at ganga á odda fyri at skapa eitt jaligt, mennandi og savnandi ítrottarumhvørvi fyri leikarar, sjálvboðin, foreldur og íbúgvar á Argjum.


Nevndin í ÍA fegnast um avtaluna. Vit gleða okkum til samstarvið við Martin Damgaard, ynskja honum vælkomnum til Argjar og bestu eydnu í starvinum.

De seneste nyheder Alle
Kári Nielsen og Birgir Hansen settir at menna barna- og ungdómshondbóltin á Argjum
Fáir venjarar hava sett so týðilig fingramerki á føroyskan hondbólt sum Kári Nielsen og Birgir Hansen. Fyrrverandi landsliðsvenjararnir hava gjøgnum nógv ár verið við til at menna leikarar, venjarar og feløg í Føroyum, og nú hava te...
Ólavsøkuskrúðgongan 2026
Nú nærkast Ólavsøkan, og vit fara sjálvandi at luttaka í skrúðgonguni tann 28. juli.Vit gleða okkum, og vóna at síggja nógvar leikarar og venjarar ganga lið um lið undir ÍA- merkinum.Vit vera í ÍA-klæðum, men hava eisini nakrar spæl...
Limadagur 10. nov
Minnist til limadagin mánadagin 10. nov. frá kl. 16-18 í Miðrók í Skúlanum á Argjahamri. Allir limir, sum hava goldið limagjald, fáa eina limablusu og tilboð uppá klæðir, bólt og tasku hendan dagin Kunnandi foreldrafundur verð...

Ítróttarfelagið Argir

Viðargøta 31

160 Argir

[email protected]

12345678

Andre sider fra Holdsport
  • Info om Ítróttarfelagið Argir