Grøn

Um liðið

GRØN: Roynd - hava svomið í øllum førum 2 ár            fødd: 2015 og eldri


Kostnaður kr. 1.750 um árið


Lið fyri børn, sum eru 8 ár og eldri, og sum hava svomið við HS fyrr á gulum ella appilsingulum liði. Viðhvørt endar undirvísingin við spæli ca. 10-15 min., tí tað eisini her er sera umráðandi at hava tað stuttligt. Hesi hava fingið meira av grovteknikkinum, serliga til crawl og rygg, uppá pláss. Tey klára at svimja eina ella fleiri longdir crawl og rygg, kanska eisini bringu og grundteknikk til firvald. Hesi duga at taka ímóti og fylgja boðunum frá einum venjara.

 

Svimjarar á grønum liði fáa tilboð um at luttaka í kappingum í 12-16m hylum (Argir, Toftir, Fuglafjørð, Tvøroyri). Tað er tó altíð venjarin, sum ger av, hvør er klárur til hetta, og boðar síðani foreldrunum frá stutt áðrenn kappingina. Tá tað helst skal vera eitt positivt upplivilsi at luttaka í kappingum, er ikki vist, at øll verða mett egnaði samstundis. Hesar kappingar eru til at læra seg at fara til kapping - og eingin treyt til góð úrslit. 


Vant verður 2x40 min. um vikuna í Argja skúla.

Trænere

Anna Højgaard Weihe
00298277555